07Vestur: Leikarar og hjálparfólk hava fyrr í vikuni tómt út av loftinum í SÍF-húsinum, har 1. lið hevur hildið til tvey tey seinastu kappingarárini. Komandi kappingarár skal 1. lið húsast í nýggjum snotiligum hølum í 07 Vestur-húsinum á Dungasandi.
1. liðið hevur tvey tey seinastu árini húsast uppi á loftinum í SÍF-húsinum, har venjingartól og umstøður til samveru hava staðið. Leikararnir hava brúkt nógva tíð, bæði til styrkivenjing, einstaklingar og í felag, umframt at teir hava hugna sær, sæð fótbólt osfr. Eisini er loftið nýtt sum skiftingarrúm til heimadystir.
Til komandi kappingarár flytir 1. lið út til Sørvágs, í nýggju snotiligu, rúmligu og, ikki minst, praktisku hølini í 07 Vestur-húsinum á Dungasandi. Stórt skiftingarrúm verður gjørt til, og eisini umstøður til venjing og hugna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald