Ítróttur

07 Vestur fær vitjan av KÍ í dag

...

2015-05-23 15:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag skal 11. umfar í 1. deild spælast. 

07 Vestur tekur móti KÍ á Valloyruni í Sandavági klokkan 15. Liðini hava spælt ein dyst móti hvøjrum øðrum hetta kappingarári, tann dysturin var eisini spældur í Sandavági, og vann 07 Vestur dystin 4-1.

MB skal til Argir, har AB tekur móti teimum. MB fekk sítt fyrsta stig seinasta umfar, tá teir kláraðu at spæla javnleik móti B68. AB og MB hava spælt ein dyst móti hvøjrum øðrum í ár, tann dysturin var leiktur á MB-Arena og vann AB dystin 2-1.

Hinir dystirnir í 1. deild í dag.

Skála - B36, klokkan 17:30.

B68 - NSÍ, klokkan 16:00.

B71 - Víkingur, klokkan 14:00.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder