Ítróttur

07 Vestur er nýtt oddalið

...

2015-05-03 01:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir dystin í Leirvík er greitt, at 07 Vestur er nýtt oddalið í 1. deild, tá teir vunnu 0-2 á Víkingi. Tò hevur 07 Vestur spælt ein dysti meira enn hvat Skála hevur, Skála var nummar eitt áðrenn dagsins dyst.

Tað er ikki nógv at skriva um í fyrra hálvleiki, men sambært heimasíðuni hjá 07 Vestur, so hevði 07 Vestur takið á heimaliðnum, og nærmast var Sjúrður Ellefsen at skora. Einki mál kom tó í fyrra hálvleiki.

Tá ið 73 minuttir vóru leiktir, var tað áleyparin úr Amerika, Mikey Minutillo, ið fekk hol á fyri 07 Vestur, og skoraði til 0-1. Tá 84 minuttir vóru farnir, fekk 07 Vestur eitt brotsspark, tað umsetti liðskiparin Gunleif Olsen til mál, og skoraði til endaligu støðuna 0-2.

Í yvirtíðini fekk Tróndur á Høvdanum hjá Víkingi reytt kort.

Støðan í 1. deild.

Nr.
Lið
DVJTMálS
1
07 Vestur
9
7
0
2
24-10
21
2
Skála
8
6
1
1
21-8
19
3
B68
8
5
1
2
13-5
16
4
B71
8
4
4
0
12-5
16
5
AB II
7
4
1
2
12-11
13
6
KÍ II
8
3
0
5
20-17
9
7
NSÍ II
9
3
0
6
14-14
9
8
B36 II
7
1
3
3
5-18
6
9
Víkingur II
8
1
2
5
7-13
5
10
MB
8
0
0
8
4-31
0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder