Ítróttur

07 Vestur byrjar og endar úti

...

2017-01-06 17:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár eru í hæddini, og um góðar tveir mánaðar, sunnudagin 12. mars, fer EFFO-deildin 2017 av bakkastokki.

1. umfar í EFFO-deildini sær soleiðis út:
NSÍ - EB/Streymur
Víkingur - B36
KÍ - Skála
HB - 07 Vestur
TB/FCS/Royn - ÍF

Seinasta umfar í fyrru hálvu verður spælt fríggjadagin 23. juni, og byrjað verður aftur fríggjadagin 21. juli, tá Víkingur og ÍF spæla fyrsta dystin í seinnu hálvu. Hinir fýra dystirnir í 14. umfari verða spældir sunnudagin 23. juli.

15. umfar verður spælt á ólavsøku, og tá vera tað gomlu risarnir í føroyskum fótbólti, HB og KÍ, ið ??lavsøkudag bresta saman í Gundadali. ??lavsøkuaftan spæla fær B36 vitjan av 07 Vestur.

15. umfar

TB/FCS/Royn - Víkingur (27. juli)
ÍF - NSÍ (27. juli)
SKála - EB/Streymur (27. juli)
B36 - 07 Vestur (28. juli)
HB - KÍ (29. juli)

Kappingarárið 2017 verður drúgt. Seinasta umfar í EFFO-deildini er á skránni leygardagin 21. oktober, men har afturat skulu fimm umfør í kappingini um Løgmanssteypið spælast, umframt at føroyska A-landsliðið skal spæla seks HM-undankappingardystir í hesum árinum.

27. umfar í EFFO-deildini:
Víkingur - EB/Streymur
KÍ - NSÍ
HB - B36
TB/FCS/Royn - Skála
ÍF - 07 Vestur

??ll kappingin sæst her: EFFO-deildin 2017 / Leikskrá

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder