Ítróttur

07 Vestur anno 2016

...

2016-03-09 12:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo skrivar: Nú kappingin nærkast, og langa bíðitíðin endiliga er við at verða av, fara vit at hyggja eitt sindur eftir hópinum hjá 07 Vestur, hetta níggjunda kappingarár felagsins.


Aldri áður hevur hópur okkara verið so breiður sum nú, við nógvum leikarum, sum stríðast um plássini. Hetta sæst eisini á intensitetinum á venjingini, nú bert dagar eru til fyrsta umfar. Bert heilt fáir leikarar vera av álvara truplir at erstatta, um teir fella frá, og tað vitnar um góða styrki til eitt langt kappingarár.

Nakrir nýggir leikarar eru í hópinum, og nakrir eru farnir burturav, soleiðis sum vanligt er. Av nýggjum leikarum, hava vit fingið styrk bæði av fremmandum leikarum, men eisini úr ungdómsdeildini er lagt afturat.

Alt liðið sæst her.

TilgongdFrágongd
Ivan Stojkovic (TB)Kristian Joensen (KÍ)
Martin Tausen (TB)Jákup F. Hansen (HB)
Søren Nielsen (Thisted)Mikey Minutillo
Tóki á Lofti (Avedøre)Jovan Radinovic-Panic
Solomon Kwao (MB)Sjúrður Ellefsen
Ásmund Hansen
Magni Selfoss

Nýggi málverjin er Ivan Stojkovic, sum flutti vestur eftir 9 ár og júst 250 dystir við TB. Fleiri ár hevur Ivan verið ein av bestu málverjunum í landinum, og við drúgvu royndunum kemur hann heilt víst at vera eina fongur fyri okkum.

Í verjuni eru fleiri ungir og spennandi leikarar á veg upp úr okkara egnu ungdómsdeild. Serliga eru tað Jóannis á Steig og Niels Mouritsen (Ársins Stjørnuskot 2015), báðir úr Sandavági og Fríði S. Joensen úr Miðvági, sum kunnu væntast at forstýra etableraðu leikararnar.

Á miðjuni hava vit eisini fingið góðan styrk við 25 ára gamla Martin Tausen, sum, eins og Ivan, hevur flutt longu leiðina av Tvøroyri til 07 Vestur. Martin hevur nógvar royndir úr EFFO-fótbólti og verður ímillum mest rutineraðu leikarar okkara komandi kappingarár. Martin Tausen býr nú í Sørvági saman við familjuni og arbeiðir sum húsavørður hjá Sørvágs Kommunu.

Tveir nýggir leikarar eru á álopskenda miðvøllinum. Talan er um Tóka á Lofti, sum sjálvsagt hevur røtur í Sandavági, tað er givið við eyðkenda eftirnavninum. Tóki flytir heim úr Danmark har hann hevur lisið, og hann verður klárur um fáar vikur. Tóki hevur áður leikt fyri bæði HB, B36 og AB. Og um Solomon Kwao, sum er giftur til Miðvágs, og spældi við MB í fjør.

Í álopinum hava vit eisini fingið fatur á dugnaligum leikara. ??r Thisted er komin Søren Nielsen, sum helst fer at vísa seg at vera ein fongur fyri okkum. Søren hevur fingið íbúð í Sandavági, og, umframt at spæla fótbólt, lesur hann, umvegis fjarlestur, á fróðskaparsetri í Danmark.

Umframt hesar nýggju leikararnar eru, sum sagt, bæði Niels og Fríði við í kappingini um okkurt pláss í verjuni, men eisini Hørður Egilson úr Sandavági kann trýsta á har. Í álopinum hevur Rói Hansen, sum kann spæla á fleiri av offensivu plássunum eisini møguleikan at fáa nakrar minuttir, fyri at stuðla undir menningina.

Tveir púra feskir boblarar til at fáa frumdyst sín á besta liðinum í 2016, eru Teitur Olsen, og Dann Fróðason, sum verður 16 síðst í apríl. Teitur hevur verið við til fleiri venjingardystir, har hann eisini hevur fingið okkurt mál.

Sum sagt at byrja við, er stórt trýst á allar leikarar at prestera, við nógvum sterkum møguleikum til øll plássini. Og fyrsta royndin verður leygardagin.

Gott kappingarár!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder