2015-11-03 14:16
Landssjúkrahúsið hevur sett Lene Juul Hallig í starv sum leiðara á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn.
Lene er 46 ára gomul, og er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá Slagelse Sygeplejeskole í 1994.
Hon byrjaði í starvi sum sjúkrarøktafrøðingur á skurðdeild á Slagelse Sjúkrahúsi, har hon seinni gjørdist leiðari.
Hon hevur verið álitisfólk og kliniskur vegleiðari, og hevur tikið diplomleiðaraútbúgving.
Í 2010 gjørdist hon leiðari av nýggjari Bráðdeild á Slagelse Sygehus, og var við til at byggja deildina upp frá byrjan av.
Lene Juul Hallig er av føroyskari ætt, og hevur fleiri ferðir vitja í Føroyum.
Hon byrjar í nýggja starvinum tann 1. desember.
Kelda: Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald