Avtalan, millum IRF og Vága kommunu merkir, at ein 1200 m² stór høll verður bygd í grótbrotinum í Sandavági. Grundøki sum IRF hevur fingið tillutað skal gerast byggibúgvi av Vága kommunu og skal verða klárt hjá IRF at yvirtaka 15.08.2024.
Av tí at skoðsbrái er stutt, varð arbeiðið bjóða út til tveir arbeiðstakarar í undirhondsboð.
Eftir at tilboðini hava verið viðgjørd í teknisku nevnd og fíggjarnevndini, varð samtykt at taka av tilboðnum frá J&K Petersen.
Í dag var so sáttmáli undirskrivaður á kommunuskrivstovuni, millum J&K Petersen og Vága kommunu.
Arbeiði at gera grundøkið byggibúgvi byrjar longu týsdagin í komandi viku.
Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald