Skulu vit framhaldandi útbyggja samferðslukervi t.d. við undirsjóvartunlum, og tað skulu vit, so er neyðugt, at finna fram til eina skilagóða skipan, sum tekur hædd fyri at fíggja íløgur og rakstur av slíkum slagi, og ein møguleiki kundi so verði ein samhaldsføst skipan. Einki er ókeypis. Vit sleppa ikki undan at gjalda. Vit eiga ikki at spenna bein fyri, at eisini onnur í samfelagnum fáa líka góðar møguleikar fyri flutningi enn vit. Tað var kongstankin tá farið var undir fyrsta undirsjóvartunnilin í 1988.
Vit mugu syrgja fyri, at vit fáa tryggar fíggjarligar karmar tá talan er um íløgur og rakstur av serstøkum samferðsluætlanum, sum landskassin av einari ella aðrari orsøk ikki til fulnar stuðlar, men sum eru almanna gagnlig, t.d. framhaldandi bygging av undirsjóvartunlum.
Tað er ikki bara ein spurningur um “bummgjøld”, men eisini ein spurningur um samábyrgd, og eina samhaldsfasta gjaldsskipan, sum gerð tað møguligt hjá okkum øllum, at fáa lut í at menna okkara samfelag á samferðslu økinum.
Verðandi gjaldsskipan er eitt gott dømi. Hon hevur gagna samfelagnum, og hon hevur gagna brúkarunum, og hevði gagna í størri mun um hon upprunaliga var samhaldsføst, og galdandi fyri allar undirsjóvartunlar, eisini teir sum ætlanin er at fara undir.
Men vit kunnu bert staðfesta, at orðaskifti seinastu tíðina hevur víst, at semja ikki fæst um “bummgjøldini”, sum tey í dag eru skipaði, og so er bert eitt eftir at gera:
Avtakið “bummgjøldini”; gerðið nýggja samhaldsfasta gjaldsskipan fyri núverandi, og komandi undirsjóvartunlar.
Lasse Klein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald