Talva 1 vísir árliga virðisbrævaavkastið hjá landskassanum síðani 2017. Avkastið var gott í øllum árunum, uttan í 2018 og 2022. Avkastið av íløgurøktini sveiggjar meira ella minni frá einum ári til annað, og var hetta sjónligt í 2018, 2019 og ikki minst í 2022.
Fyri at meta um, hvørt ein íløgustrategi er góð, er rættari at hyggja at miðalavkastinum yvir nøkur ár. Síðani 2017 hevur miðal avkastið verið 0,8 prosent ella 23 mió. kr. um árið. Tað er serliga 2022, sum hálar miðalavkastið niður.
Sera stór órógv hevur verið á fíggjarmarknaðunum í 2022, og tí hava tey flestu havt negativt avkast í 2022. Til dømis hevur norski oljugrunnurin hevði eitt avkast á -14% í 2022, og flestu donsku pensjónskassarnir høvdu avkast verri enn -10%. Eisini føroysku pensjónsgrunnarnir hava havt stór negativ avkast í 2022. Tað skal tó sigast, at pensjónsgrunnar hava nakað størri váða enn landskassin hevur, og tí er avkastið tað verri.
Av tí at kursir á bæði partabrøvum og lánsbrøvum lækkaðu nógv í 2022, var avkastið av fíggjarligu ogn landskassans -293 mió. kr. Men tá rentan hækkar, lækkar kursurin á lánsbrævaskuldini eisini, og tí er marknaðarvirðið á rentuberandi skuldini hjá landskassanum eisini lækkað. Í 2022 er skuldin lækkað úr 4 mia. kr. til 3,5 mia. kr. Skuldin er lækkað partvíst tí landskassin hevur goldið 200 mió. kr. niður av skuld, men eisini tí tað hevur verið ein kursvinningur á 253 mió. kr. Tað vil siga at landskassin hevur netto mist 40 mió. kr. í 2022.
Talva 1 – Avkast av gjaldføri hjá landskassanum síðan 2017
Les ársfrásøgninga frá landsbankanum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald