Mentan

Atli Gregersen helt røðu leygarkvøldið á Vestanstevnu

.

2024-07-16 20:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Røða

Gott stevnufólk.


Takk fyri heiðurin at vera biðin av Sandavágs Ítróttarfelag at halda Vestanstevnurøðuna í  ár .  

Fyrst av øllum vil eg venda tonkunum til øll sum hava tungar byrðar at bera. Eg  ynski øllum góðan styrk og blíðan byr.


Fólkini í Sandavágs Ítróttarfelag gera eitt megnararbeiði til frama fyri hondbóltin og kappróðurin í bygdini.  Tey eiga eina stóra tøkk uppiborna fyri teirra áhaldandi ídni at skapa góð kor, fyri tey sum íðka, felagsskapin og bygdina alla. Ein slíkur góður og sunnur felagsskapur hevur sera stóran týdning fyri børn og ung, av tí at hann dregur tey uppí felagsskapin, har tey kunnu mennast og vaksa upp í einum tryggum umhvørvi.

Tey  gera eisini eitt sera stórt arbeiði at gera Vestastevnuna í Sandavági góða ferð eftir ferð. SÍF skipar  m.a eisini fyri Seinsummardegi á hvørjum árið.  Hesi tiltøk vera  fyrst og fremst framd  til tess at útvega pening til raksturin av felagnum, men tey hava harumframt  eitt  virðið , sum ikki kann hámetast nokk fyri trivnaðin í bygdini.


Fólkaheilsurráðið hevur kastað ljós á fólkatrivna við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu.

Gransking í trivnaði vísir at vit kunna styrkja okkara sálarligu heilsu við at

A Vera virkin á ymiskan hátt

B Vera partur av einum felagsskapi

C Vera hugbundin og gera ymiskt, sum gevur meining,  við fullum huga


Tað stóra arbeiði sum Sandavágs Ítróttarfelag ger, fær sera nógv fólk at vera virkin og hugbundin saman í fyriskipan og útynnan av m.a  Vestanstevnuni.

Tað er ongin ivi um at hetta fremur trivnaðin hjá øllum sum eru við í tiltøkunum.

Vestanstevnan førir eisini til at alt bygdafólkið og stevnugestirnir nýta ágóðan av teimum tiltøkum ið vera fyriskipaði. Eisini vit gerast meira virkin saman í tiltøkum sum geva meining fyri okkum. Harvið ger Vestanstevnan sum SÍF skipar fyri at fyritreytirniar fyri størri trivnaði hjá okkum øllum betrast.

Í Sandavági hava vit fleiri aðrar góðar og sunnar felagsskapir, ið eru við til at økja um samanhaldið og trivnaðin í bygdini. Her kunnu t.d. nevnast Sandavágs Talvfelag, Sandavágs Fornminnafelag, dyppikonurnar, seyðahald og gangikonurnar, og ikki minst allir bindiklubbarnir, ið á hvør sín hátt eru pallar, har ung sum gomul kunnu møtast  í fríðtíðini. 


Sandavágsfólk eiga rós uppiborið fyri at standa saman um at skapa sunnar og góðar felagsskapir. Somuleiðis eru sandavágsfólk røsk at møta upp, tá ið tiltøk vera fyriskipaði. Hetta er ikki ein sjálvfylgja. Amerikanski forsetin segði umleið í 1960 fyri at fáa amerikanarar at luttaka meira í felagsskapum  til frama fyri felags besta: Ask not what your country can do for you, but what you can do for your country.

Tað er sum um at fólk í Sandavági liva eftir orðunum hjá John F Kennedy  og spyrja seg sjálvi hvat tey kunnu gera fyri Sandavág, heldur enn hvat Sandavágur kann gera fyri tey.


Fólk í einari bygd hava eisini gleði  av at hava onnur støð, har vit møtast , og koma hvørjum øðrum við. Her hava vit í Sandavági verið heppin at hava Bartalstovuhandilin í bygdini. Núverandi eigarar fara  tíverri at gevast við handlinum. Vónandi fara nýggjar góðar kreftir at tryggja at Bartalstovuhandilin framhaldandi verður opin, so vit kunna keypa og hittast har.


Alt broytist. Helst nógv skjótari enn vit geva okkum far um.


Sambært  frálíku bókini Vága Samferðslusøga, sum er skrivað av  sandavágsmanninum Heina F Petersen og og vatnsoyramanninum Dánjali Poulsen sála, kom vegur  millum Sandavág,  Miðvág og Sørvág í 1925.

Í næsta ár eru sostatt 100 ár síðani tær størru bygdirnar í Vágum fingu vegasamband við hvørja aðra.

Nú víðkaðist sjónarringurin til umframt at fevna um heimbygdina eisini til at umfata alla oynna.


Við samanbinding av bygdunum bleiv  tað nógv  lættari og skjótari at ferðast  bygdanna  millum. Hetta hevur ført til at so við og við  eru komin fleiri feløg, sum arbeiða fyri alla oynna.  Vit kunnu nevna Vága Bjargingarfelag ,sum sá dagsins ljós í 1974 og Vágakórið, sum byrjaði sítt virksemi í 1972.

Rennifelagið Frælsi sum  var stovnað í 2004 er ein virkin partur av ABC  fyri betri sálarheilsu. Leygarmorgnar  fær Frælsi Vágafólk út at ganga ein túr saman. Her kann ein vera virkin, saman og hugsavna seg um tað at ganga og práta og koma hvørjum øðrum við. Hetta er eitt so sera gott átak, sum fremur trivnaðin hjá teimum  sum luttaka. Eisini Frælsi eigur  stórt rós uppiborið fyri teirra ídni og áhaldni.

Felagsskapirnir, sum vit fáa gleði av at ganga saman í  hóska seg viðhvørt best at vera bygdafelagsskapir.

Viðhvørt hóskar tað best at ein felagsskapur er fyri alla oynna. 

Tá tað kemur til organisering av fótbóltinum í Vágum eru vit ikki øll samd um hvussu hetta skal skipast.  Fyri ein sum  meg, sum komi uttanífrá, er ein felagsloysn rætta loysnin og eftir mínari meining ein fortreyt fyri at standa seg í kappingini framyvir.

Fyri summi, sum hava brúkt nógva orku til frama fyri fótbóltin í bygdunum, telja søga, stoltleiki av avrikum og bygdakærleikin  meira.



Miðvingurin Jens Eli Ellefsen sáli sigur í einari útvarpssending.  Eg eri óalmindiliga heldigur at vera føddur úti á bygd í Føroyum í einum so heilt fantastiskum samfelag hvar øll liva væl við síðuna av hvørjum øðrum.

Hetta  var, sum so mangt annað hjá Jens Eli, sera væl sagt.  Tó mugu vit sum liva í Føroyum nú, við so góðum umstøðum,  eftir mínum tykki, eisini spyrja okkum sjálvi hvussu restin av heiminum hevur tað, og hvussu okkara eftirkomarar fara at hava  tað. Vit  hava síðan ídnaðarkollveltingina brúkt náttúruna uttan fyrilit,  serliga tá ræður um útlát av CO2, sum førir til verri og verri veðurlagsbroytingar.




Sørvingurin Jóan JakkuGuttesen sigur:

Verðin er ein rumbuldós

Nógva ferð og onga kós

Melur seg av eggini

Hon fer skjótt at leggja seg


Verðin er ein Rumbuldós

Hon er troytt og hon er móð

Liggur nú í andaneyð

Fullan búk av CO2


Hey, nú fara vit í sofuna

At eygleiða katastrofuna

So fara vit at lulla


Hendan yrkingin er eitt meistaraverk.  

  



Vit liva á klótuni og vit liva av klótuni. Øll okkara vælferð er grundað á tað sum kemur frá móðir jørð. Vit hava fingið jørðina at brúka, ikki at misbrúka.

Við at brúka náttúruna rætt, tað er at virka í samljóði við náttúruna, kunna vit  skapa  góð livikor bæði í dag, og í allari framtíð.

Um vit misbrúka ella yvirforbrúka náttúruna, gerst endin  ótespiligur

Menniskjan hevur bert varandi góð livilíkindir, um hon livir í samljóði við náttúruna.

                                                             

ST Aðalskrivarin Antonio Guterrez er ikki bjarskygdur:

Hann sigur.

 Vit eru á eggini  júst sum Jóan Jakku sigur.

Hví.  Tí útlátið av CO2 og øðrum  vakstrarhúsgassum, heldur fram at veksa. Jarðarhitin heldur fram at hækka, og móðir jørð nærkast skjótt einum punktið, har  vit missa takið, og har tað er ov seint at bøta um skaðan .    


Longu nú uppliva vit  ógvusligar avleiðingar.

Hungursneyð, áhaldandi gloprarregn og vatnflóðir, hitabylgjur, turk og skógareldar um allan  heim.

Men ávirka hesar hendingar úr umheiminum okkum í Føroyum? Fær tað okkum at reagera uppá veðurlagskreppuna? Ella skulu vit merkja tað meir uppá egnan kropp áðrenn vit rakna við?

Nú meti eg at tíðin er komin  til  at vit seta spurningin: ”Spyr ikki hvat náttúran kann gera fyri teg, men hvat tú kanst gera fyri náttúruna”.


Vit koyra á motorvegnum móti einari  veðurlagsavgrund  við fótinum á spidaranum sigur   Antonio Guterrez 


Hugburðsbroyting

Tað er neyðugt við einari hugburðsbroyting

Vit mugu venja okkum við at hugsa heilt nýtt.

Tá vit skulu gera okkurt, eiga vit altíð at seta okkum spurningin: Hvørja ávirkan hevur hetta á náttúruna? Vil hetta vaksa ella minka um okkara útlát av veðurlagsgassum?

Mottoi at  vinnufyritøkur alla tíðina mugu vaksa, fyri at kunna hava lív lagað má endurskoðast.  

Vit kunnu ikki bara halda fram við at gera tað lættasta. Vit mugu gera tað rættasta.


Hvør skal handla?

Vit sum eru í ríka partinum av heiminum útláta nógv mest. Tí eiga vit at reagera skjótast.

Tað er eisini eitt etiskt krav, at vit sum hava best ráð skulu handla skjótast.

Føroyar eigur sum land at handla nógv skjótari.

Føroyskar fyritøkur eiga eisini at handla nógv skjótari.

SEV eigur at viðvirka meira til, at allar góðar kreftir sleppa at gera mun í grøna orkuskiftinum.

Okkara skúlaverk má raðfesta læring um, hvussu vit kunna minka um útlátið.

Kringvarpið eigur at viðgera veðurlagskreppuna nógv meira.Tað er eisini neyðugt at førleikarnir hjá starvsfólkunum, sum viðgera hetta, á Kringvarpinum vera styrktir.

Hin einstaki kann broyta sínar vanar til tað betra skjótari.

Saman kunnu vit gera mun, bæði við at broyta okkara egnu vanar og við at varpa ljós á avbjóðingarnar við útláti av vakstrarhúsgassum.  

Mín vón er at vit reisast aftur úr sofuni hjá Jóan Jakku og mæla:

Nú ressast vit úr sofuni

At forða katastrofunu

Nei vit fara ikki at lulla 

 Tá vil tað hepnast at  venda gongdini, soleiðis at tað gerst liviligari í øllum heiminum og soleiðis at vit kunna geva eina góða jørð víðari til okkara eftirkomarar.

Góða Vestanstevnu og Takk fyri at tit lýddu á.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder