Vinna

Atlantic Airways hevur ongantíð flutt fleiri fólk av landinum uppá ein dag

Tað eru sera nógvir føroyingar, sum ferðast til Oslo í Noreg hesar dagarnar, og tað sæst eisini aftur á flogvøllinum í Vágum.

2026-01-16 13:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit settu okkum í gjár í samband við Atlantic Airways, fyri at kanna um Atlantic Airways nakrantíð fyrr hevur flutt so nógv fólk úr Vágum til  eitt og sama stað, sum felagið gjørdi í gjár.

Í gjár hevði Atlantic Airways 12 fráferðir úr Føroyum. 10 av teimum vóru til Oslo í Noreg, og tvær til Danmarkar. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways sigur, at felagið ongantíð fyrr hevur flutt so nógv fólk av landinum, sum tey gjørdu í gjár. Tað hevur so við sær, at Atlantic Airways heldur ongantíð hevur flutt so nógv fólk beinleiðis úr Vágum til sama flogvøll, sum tað bleiv gjørt í gjár. 2100 fólk fóru við Atlantic Airways úr Vágum í gjár.

Jóhanna leggur afturat, at onkuntíð hevur Atlantic Airways flutt nøkur hundrað ferðafólk meira uppá ein dag, men tá er talan bæði til og úr Vágum. Flogførini til Oslo í gjár høvdu eingi fólk heim við aftur.

Umframt tey 10 flogførini Atlantic Airways hevði til Oslo í gjár, so høvdu tey tvey flogfør til Keypmannarhavn, og verður tað upplýst at flestu ferðafólkini har høvdu ferðaseðlar víðari til Oslo.

Í dag fara 1000 ferðafólk úr Vágum, Atlantic Airways hevur fýra flogfør til Oslo og tvey til Keypmannarhavnar.

Umframt tað hevði Atlantic Airways trý flogfør til Oslo fyrradagin og tvey til Danmarkar. Tá fóru 1150 fólk úr Føroyum. Flestu ið fóru til Danmarkar skuldu víðari til Oslo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder