Vinna

Atlantic Airways heldur avtaluna

Í 2015 gjørdi Atlantic Airways ein 10 ára sáttmála við Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið (tá Fiskivinnu- og vinnumálaráðið) um leiting, bjarging og sjúkraflutning, umframt innanlendis flúgving millum oyggjarnar, eisini nevnt bygdaflúgving.

2025-01-30 10:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Atlantic Airways: Seinastu dagarnar hevur tað verið víst á í miðlunum, at herfyri var hvørgin tyrlan tøk í tveir dagar.

- Tað fellur mær fyri bróstið, og eg eri skelkaður av, at tað í miðlunum verður róð framundir, at Atlantic Airways hevur misrøkt sínar skyldur mótvegis Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum í sambandi við leiting, bjarging og sjúkraflutning. Avtalan okkara millum ásetir greitt okkara skyldur, sum vit øll hesi árini hava røkt 100%, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.

Í avtaluni er m.a. ásett, at tyrlutænastan hjá Atlantic Airways skal vera til reiðar 8760 tímar um árið. Eisini er hædd tikin fyri óreglusemi. Óreglusemi er, um tænastan ikki er tøk í meira enn 2,25% av tíðini, tvs. uml. átta dagar um árið.

- So seint sum í morgun var formaðurin í Føroya Skipara- og navigatørfelagi í Kringvarpinum og segði, at um tað var betri tilrættislagt, slapst undan at enda í eini slíkari støðu. Hesum skal eg staðiliga vísa aftur, tí júst við neyvari tilrættislegging og dugnaligum starvsfólkum hava vit ongantíð verið nærhendis ásetta markinum fyri óreglusemi, sigur Niels Mortensen.

Hann vísir á, at tað sigur seg sjálvt, at tyrlurnar mugu haldast við líka, og neyðugt er at hava regluligt eftirlit við teimum. Og tá ið onnur tyrlan er til viðlíkahald, er bert ein tyrla tøk.

- Tá tøka tyrlan í farnu viku fekk eina óvæntaða brekfráboðan, eru vit noydd at fyrihalda okkum til tað, tí annars kann tað henda, at hvørgin tyrlan er tøk í nógv meira enn tveir dagar, og tað er ikki ein støða, ið nakar vil at enda í. Atlantic Airways hevur starvsfólk, sum eru til reiðar at fara á flog alt samdøgrið allar dagar á árinum. Tað verið seg bæði við tyrlu og flogførum, tí vit taka okkara uppgávu sum partur av tilbúgving Føroya í allarstørsta álvara, sigur Niels Mortensen.  

Vísast skal á, at sáttmálin millum partnarnar ásetir eisini, hvussu lang tíð kann ganga frá, at útkallið kemur, til tyrlan er á flogið, eisini nevnt ‘scramble’. Í sáttmálanum stendur, at tyrlan skal vera á flogi í seinasta lagi 60 minuttir eftir útkall. Miðaltíðin fyri scramble hjá tyrlutænastuni hjá Atlantic Airways er uml. sjey og ein hálvan (!) minutt. Og reponstíðin (tíðin frá útkalli til tyrlan er á staðnum) er beint undir 26 minuttir.*

- Vit harmast sjálvsagt um støðuna, men vit vilja ikki verða løgd undir misrøkt av sáttmálanum og illgitingar, sum tað hevur verið gjørt í miðlunum seinastu dagarnar, staðfestir Niels Mortensen.

Seinnu árini hava tyrlurnar hjá Atlantic Airways avlýst 0-1 útkall um árið. Í 2024 varð einki útkall avlýst av tyrlumanningini.


*Scramble- og responstíðir verða roknaðar fyri útkall til støð í Føroyum og nærhendis og ikki til skip langt úti á sjónum, tí hesir túrar krevja eyka brennievni og tilrættarlegging. Frammanundan avtalaðir túrar verða heldur ikki taldir við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder