Annað

Átaksráðið hevur umrøtt nettrygdarstøðuna við PHP

Átaksráðið var í gjár á fundi um støðuna í sambandi við, at fleiri veikleikar eru staðfestir í PHP. PHP er eitt forritanarmál, sum verður nýtt á nógvum heimasíðum og nettænastum..

2026-10-23 08:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Felags metingin hjá myndugleikunum á fundinum er, at viðkomandi KT-veitarar, netumsitarar og stovnar av týdningi hava sett neyðug fyribyrgjandi átøk í verk, og at tamarhald er á støðuni.

Enn eru ongar ábendingar um, at veikleikarnir eru misnýttir til álop á føroyskar heimasíður ella nettænastur. Órógvið, sum hevur verið á ávísum tænastum, stavar eftir tí upplýsta frá trygdarátøkum og dagføringum. Summar tænastur hava verið fyribils óvirknar, tí tær eru tiknar av netinum av trygdarávum.

Myndugleikarnir heita tó á veitarar og umsitarar av heimasíðum og nettænastum, sum ikki longu hava gjørt tað, um at:

  • Kanna, um skipanir teirra nýta PHP.
  • Dagføra PHP skjótast gjørligt, um so er.
  • Taka viðkomandi skipanir fyribils av netinum, um ikki ber til at dagføra beinanvegin.

Upplýsingar um dagføringar eru á heimasíðuni hjá PHP:
https://www.php.net/archive/2026.php#2026-10-21-5

Nærri kunning um støðuna og neyðug trygdarátøk er at finna á heimasíðuni hjá Fjarskiftiseftirlitinum:

https://www.fjarskiftiseftirlitid.fo/fo/tidindi/tidindi/fleiri-heimasidur-kring-heimin-eru-fyribils-tiknar-nidur-vegna-alvarsligar-trygdarveikleikar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder