Fleiri hava spurt meg, hvussu fullveldislandsstýrið samskifti við NATO og onnur lond um hernaðar- og trygdarmál. Hetta tí, at tey hoyra tær vanligu grundleysu ákærurnar, har fólk við ósannindum leggja onnur undir at lúgva.
Men fullveldislandsstýrið fyrireikaði seg sera gjølla til føroyskan hernaðar- og trygdarpolitikk. Vit nýttu bretskar trygdarserfrøðingar og samskiftu við NATO og teirra limalond við teimum amboðum, vit høvdu. Hóast Danmark royndi at forða fyri tí.
Undirritaði og Anfinn Kallsberg vóru tí á einum stórum NATO fundi í Reykjavík í 6. Og 7. september ár 2000, har vit eisini hittu táverandi aðalskrivaran hjá NATO, George Robertson. Fundurin var um framtíðar trygdarskipanina í Norðurhøvum og NATO-sendiharrarnir hjá øllum limalondunum tóku lut, saman við aðalskrivaranum.
Tað var íslendski uttanríkisráðharrin, Haldór Ásgrímsson, sáli, sum bjóðaðu Anfinni Kallsberg og mær saman við Jonathan Motzfeldt, sála, við á fundin. Undirritaði og Halldór kendust væl, og Anfinn og Davið Oddsson, forsætsiráðharri, kendust væl.
Vit fingu tosað væl við NATO-sendiharrarar og við Robertson.
Og grundað á okkara samskifti og á greiningarnar hjá bretskum trygdarserfrøðingum, sum Geroge Robertson sjálvur góðkendi, løgdu Anfinn Kallsberg og undirritaði eitt drúgt upprit til Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum um hernaðar- og trygdarpolitisku støðu Føroya og ætlanir og møguleikar landsstýrisins.
Uppritið er seinni vorðið alment – og kann lesast her: https://logting.elektron.fo/Nevndarskjol/Nevndskjol00/Uttanlandsnevndin/Upprit%20um%20trygdarmal%20fra%20Loegmansskrivstovuni.htm
Hartil gjørdi Landsstýrið eisini hesa almennu frágreiðing um sparingarnar hjá Danmark í NATOhøpi: https://www.tjodveldi.fo/wp-content/uploads/2022/02/Hernadarutreidslur-fo.xlsx
Í 2003 var Anfinn Kallsberg, løgmaður, so eisini á einum formligum fundi við George Robertson í Brússel, har teir beinleiðis viðgjørdu hernaðar- og trygdarpolitikk fyri Føroyar. Anfinn segði áðrenn fráferðina, at hesin fundurin skuldi snúgva seg um at fáa “innlit, ábyrgd og avgerðarrætt” trygdarpolitiskt.
Hetta er tað, sum eg havi víst til. Hvørki meira ella minni.
Her eru leinkjur til Dimmu, har greitt verður frá, at undirritaði og Anfinn luttóku á fundinum í Reykjavík 6-7 september 2000 og komu aftur av fundinum 8. september.
https://epaper.infomedia.dk/wxd/20000905?s=&p=
https://epaper.infomedia.dk/wxd/20000908?s=1&p=4
Haldi tað er nokkso væl klárað, at vera afturkomin av fundi í Reykjavík, um ein ikki hevur verið har. Ofta er tað eisini ein spurningur um at vera, ella ikki at vera… sannførur og ikki lúgva upp á onnur.
Høgni Hoydal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald