Ítróttur

Aron, Mathias ella Petur?

Hvør var besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum í juni og juli. Teir tilnevndu eru Aron Benjaminsen, Mathias Voss og Petur Knudsen

2026-07-26 08:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir steðg í ein lítlan mánað, fer bólturin í MeistaraDeildini hjá monnum á rull aftur, tá B36 og AB bresta saman í ársins ólavsøkudysti, sum verður á Ovara vølli í Gundadali ólavsøkuaftan klokkan 19:00.

Samstundis er tíðin komin til at velja besta spælara í juni og juli mánaði.

Teir tilnevndu eru Aron Benjaminsen úr Víkingi, Mathias Voss úr HB og Petur Knudsen úr NSÍ.

Allir tríggir hava staðið seg avbera væl og víst framúr avrik seinastu vikurnar, og eru tí í uppskoti til heiðurin.

Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini, og atkvøðast kann til fríggjadagin 31. juli á midnátt.

Leinkja beinleiðis til atkvøðugreiðsluna: https://sonaapp.app.link/shm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder