
Í røðu síni legði hann dent á týdningin, sum leiðslan hevur í arbeiði skúlans bæði viðvíkjandi starvsfólkaleiðslu og at leiða næmingar og virksemi skúlans. Eisini vísti landsstýrismaðurin á umráðandi førleikan at duga kynstrið at leiða umvegis onnur, umframt at hann umrøddi stóru uppgávuna at menna trivnað, læring og sosiala felagsskapin í skúlanum og at duga at møta øllum pørtum bæði næmingum, starvsfólkum, foreldrum og avvarðandi stovnum og myndugleikum.
Høvuðsevnið á skúlaleiðaradegnum var starvsfólkaleiðsla, har leiðarar í fólkaskúlanum fingu íblástur og høvi at kjakast um starvsfólkaleiðslu í einum samfelagi, ið støðugt broytist.
Serfrøðingar høvdu framløgur um ymisk leiðsluviðurskifti, har m.a. Súsanna Olsen frá Fróðskaparsetrinum legði fram um burðardygga starvsfólkaleiðslu, Durita Fagradal Augustinussen umrøddi virðini hjá ymisku ættarliðunum á arbeiðsmarknaðinum, og Clarissa Poulsen í Undirvísingarstýrinum tosaði um týdningin við øðrum tjóðskapum í arbeiðslívinum.
Eftir framløgurnar fingu luttakararnir høvi til at skifta orð um og reflektera yvir framløgurnar, og hvussu leiðsla kann styrkjast í fólkaskúlanum.
Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald