Mentan

Ari Eldjárn skemtar í Norðurlandahúsinum

Mætasti skemtari Íslands kemur til Føroya við spildurnýggja stand-up skemti sínum From Iceland With Love. Hetta verður leygardagin 13. september, kl. 20 í Norðurlandahúsinum. Fá atgongumerki eru eftir.

2025-08-19 07:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ari Eldjárn er kendur fyri sítt hegni at fáa áhoyrarar úr øllum Norðurlondum flenna eftir mununum og stóru líkheitunum landanna millum. Í hesum nýggja skemtinum lýsir hann sera beinrakið og fittliga lívið í Norðurlondum, mentanarligar samanbrestir, sjálvsmyndir og vanligar ímyndir, vit hava av hvørjum øðrum. Hetta verður borðreitt við nógvari orku, fínum eftirlíkningum og sjarmerandi sjálvspeii.

Ari Eldjárn er best umtókti stand-up skemtari Íslands, og hevur hann harumframt gjørt seg galdandi á altjóða pallinum við Netflix-sendingini Pardon My Icelandic umframt at hann hevur verið við í m.a. BBC’s Mock the Week.

Aldursmark er 14 ár.
Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo – bert fá atgongumerki eru eftir


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder