2025-12-17 09:56
Arctic Viking fór úr Føroyum um hálvan oktober, teir hava havt smáligan fiskiskap, teir hava umleið 150 tons av rækjum nú teir koma heim.
Teir komu í føroyskan sjógv í nátt, teir eru í løtuni staddir á umleið 62,4N og 1 V.
Tað eru 17 mans við hendan túrin, skipari er Eirikur Magussen.
Arctic Viking skal landa í Ánunum í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald