Politikkur

Arbeiðið at víðka kirkjugarðin í Sandavági fer í gongd eftir páskir

.

Soleiðis kemur kirkjugarðurin og økið uttanum at síggja út eftir at arbeiðið er liðugt.

Soleiðis kemur kirkjugarðurin og økið uttanum at síggja út eftir at arbeiðið er liðugt.

2025-04-14 11:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

VÁGA KOMMUNA:

Nú verður farið undir arbeiðið at víðka kirkjugarðin í Sandavági. Fyrireikandi arbeiðið á byggiplássinum byrjar longu í dag, og sjálvt arbeiðið fer í gongd stutt eftir páskir. Sáttmáli varð undirskrivaður við arbeiðstakaran J&K Petersen tann 18. desember 2024, og arbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt í september í ár.

Tað hevur verið eitt drúgt fyrireikandi arbeiði, har fleiri ymisk ivamál og spurningar hava verið viðgjørd – millum annað um hæddina á botninum í mun til hægsta vatnstand. Kanningar og úrslit vísa tó, at ongin trupulleiki er við hesum.

Talan er um, at útbyggingin skal fevna um 190 nýggj gravpláss vestanfyri verandi kirkjugarð. Arbeiðið er partur av eini longri ætlan hjá Vága kommunu um at tryggja nøktandi umstøður og rúmd til framtíðar tørv.

Nú eru allar fyrireikingar komnar undir land, og arbeiðið kann fara í gongd, sum ætlað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder