Fólkatalið í Vágum er vaksið seinastu árini, umframt at talið av ferðafólkum um Vága Floghavn alsamt veksur. Eitt nýtt apotek í Vágum fer væntandi eisini at gera, at trýstið gerst minni á apotekini í miðstaðarøkinum, og at bíðitíðin har tískil styttist.
Á apotekinum verður møguligt at fáa forskriftarheilivág, hondkeypsheilivág og apotekaravørur umframt aðrar vørur, sum apotekini selja. Apotekið í Vágum verður fimta apotekið í Apoteksverkinum. Hini apotekini eru Norðoya apotek, Eysturoyar apotek, Tjaldurs apotek og Suðuroyar apotek.
Í vár skipaðu Apoteksverkið og Landsverk fyri einum útboði, har lýst var eftir leigumáli til apotek í Vágoynni. Avtala er nú gjørd um eitt leigumál í Miðvági.
Arbeiðið at umvæla og innrætta bygningin til endamálið verður eftir ætlan liðugt 1. januar 2025.
Eg eri sera fegin um, at vágafólk skjótt kunnu fáa apotekstænastur í nærumhvørvinum. Og vóni, at hetta eisini er við til at betra um tænastuna í miðstaðarøkinum sum heild.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Næsta stig í handilsætlanini hjá Apoteksverkinum er at fáa eitt apotek afturat í miðstaðarøkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald