Politikkur

Annika: Tey hava ekskluderað meg úr tinginum

--

2022-01-06 00:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú hevur formaðurin i Fólkaflokkinum, 2 fyrrverandi landsstýrisfólk og løgtingsformaðurin ekskluderað meg úr tinginum.
Tey kunnu gott taka ein løgtingsstól frá mær og harvið mítt starv, men tey koma ongantið at taka mina rødd.
Tey kunnu gott seta meg i skammikrók og gera meg til syndabukk, men skommin er teirra fyri ikki at hava handlað, ti tey høvdu allar møguleikar, men ongan vilja at loysa málið um sammóðir.
Tey kunnu gott spilla meg út, karaktermyrða meg, persónsforfylgja mær og brenna meg á báli alment, men tey koma ongantið at taka fría tankan frá mær.
Tey kunnu stremba eftir at útihýsa fólkum úr okkara lóggávu, men eg komi so leingi eg livi at arbeiða fyri, at i lógini eru vit øll javnbjóðis sett.
Tey kunnu gott brúka diktatur og valdsmisnýtslu, tað riggar kanska eina løtu, men fólkaræðið kemur at sigrað, altið, tað skrivar Annika Olsen á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder