Vinna

Ango kom á Havnina í nátt

-

2022-01-18 08:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 ANGO kom á Havnina í nátt, har teir bíða eftir landingartørni hjá Havsbrún, Fagraberg landar í løtuni, so eigur Katrin Jóhanna tørn, síðan Norðingur og so Ango.

Ango hevur 1.300 tons av svartkjafti, sum teir hava fiskað eystur úr Akrabergi.

Fleiri føroysk skip eru á feltinum í morgun - Birita, Borgarin, Christian og Arctic Voyager, eisini eru tvey russisk skip á svartkjaftafeltinum í føroyskum sjógvi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder