Frammanundan valinum viðgjørdi Tjóðveldisflokkurin, sum siðvenjan leingi hevur verið, um stillast skuldi upp til ting dana ella ikki. Á fundi varð avgjørt at stilla upp, men ein treyt ta ferðina var, at eydnaðist tað at fáa umboð valt, skuldi viðkomandi gjalda floksskatt. Hetta var tíðin áðrenn orðaskifti tók seg upp, um tað skuldi bera til at sita í tveimum tingum samstundis – á løgtingi og á fólkatingi. Semja varð um floksskattin. Á valinum vann flokkurin annan av føroysku sessunum – Høgni Hoydal var valdur, og táið hann um tað mundið var landsstýrismaður og varaløgmaður, tók næstvaldi á listanum, Tórbjørn Jacobsen, sæti á fólkatingi, harið hann sat til út á várið í 2004.
Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen og Heini O. Heinesen stovnaðu nakað eftir hetta Fólkatingsgrunnin, sum í fyrsta lagi hevði til endamáls at krevja álagda floksskattin inn, og sambært viðtøkunum kundi grunnurin veita stuðul til ítrótt, vísund, list, bókaútgávu, blaðútgávu og annars øll mentanarlig og góðgerandi endamál. Serliga átti dentur at vera lagdur á, at stuðla átøkum sum vóru upplýsandi og kunnandi um sjálvstýrisstríð føroyinga. Við tíðini komu teir báðir fólkatingsmenninir at gjalda áleið eina millión krónur inn í grunnin.
Grunnurin hevur stuðlað ymiskum átøkum, men størsta einstaka verkætlanin er bókin “Loysingarpolitikkur í 1940-árunum – við serligum atliti at virki Erlends Paturssonar.” Grunnurin skrivaði sáttmála við søgufrøðingin Jákup Thorsteinsson um at skriva verkið. Verkið var ikki heilt liðugt, táið Jákup andaðist, og tá tók Hans Andrias Sølvará sær av seinastu sneiðingini.
Eftirsitandi nevndarlimirnir, Høgni og Tórbjørn, hava í dag gjørt av, at veita standmyndini sum ímyndar “Landnámið og Grím Kamban” og ætlaðu standmyndini av Andreu Árting, ávikavíst í Funningi og í Tórshavn, ein stuðul á 30 túsund krónur í part.
Høgni Hoydal & Tórbjørn Jacobsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald