2025-04-17 09:30

So stóran týðning hevur uppreisn Jesu, at vit hava fingið eina livandi vón; ta er ein vón um ævigt lív. Vit skulu ikki standa og stara vónleys at grøvini hjá okkara kæru og halda, at hetta er teirra veruliga seinasta hvíldarstað, tí har liggja tey bara fyribils. Tey vera ikki verandi í trongu grøvuni, í tí myrka fongslinum. Tað seinasta um tey er ikki tað, sum stendur á teirra gravsteini. Ein dagfesting, eitt dato manglar. Vit kenna tað ikki; men Guð kennir tað. Og tá ið tann dagfestingin kemur, rivnar grøvin, gravsteinurin koppar, og moldin, ið hin deyði er vorðin til, verður bókstaviliga livandi. Tá skal tað yðja við lívi í hvørjum kirkjugarði. Orðið frá Guði ger tey deyðu livandi aftur. Hetta er trúgvin, sum vit játta undir hvørjari guðstænastu, og sum vit byggja okkara ævigu sælu á:: Uppreisn likansins og lív um aldur og ævir.
Henda vónin fyri okkum sjálvum og fyri okkara kæru, sum deyð eru, er ikki bygd á dreymar. Tað er ikki nakað, vit sjálv í neyð og ráðaloysi okkara hava funnið uppá, tí vit ikki kundu halda út at vera tað fyri uttan. Tað er ikki grundað á nakað neiligt, men á nakað jaligt. Hetta er ikki vorðið til í okkum, tí at vit kundu ynskt, at tað skuldi vera soleiðis. Tað er als ikki úr neðra. Tað er úr erva. Vit hava fingið tað frá honum, ið hevur rætt til at geva ta slagið av gávum, tí at hann einsamallur ræður bæði yvir lívi og deyða.
Tá ið Jesus reis upp frá teim deyðu, vórðu treytirnar fyri lív okkara fulkomuliga broyttar, so at tað var sum at verða fødd/ur til eitt heilt annað lív enn tað, vit annars vildu hava havt. Nú endar alt ikki við deyðanum. Nú endar tað við lívi.
Lovaður veri Guð, sum hevur givið okkum hesa vón.
Gleðiliga høgtíð
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald