Annað

Andakt: Tá ið sorgin vitjar

”Kastið alla sorg tykkara á {Guð]; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum” Fyrra Pætursbræv 1.

2024-03-17 20:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá ið vit fáa veruliga sorg at bera, kunnu vit gott hugsa, at hon er ikki til at halda út. Hon er allastaðni. Hon litar alla tilveruna fyri okkum. Vit føla hana inni í okkum sjálvum, og vit merkja hana rundanum okkum, og líka mikið hvat vit hava við at gera, so telir hon eisini við í tí.

Sum tað er freistandi at royna at skilja seg av við sorgina, at sleppa burtur úr henni. Nógvar mannagongdir vera givnar okkum. Og mong hava roynt fleiri av teimum – men hava fingið tað verri enn áðrenn. Tey slógu seg leys og kastaðu seg út í alt møguligt fyri at drukna sorgina ella kvala hana, men tey kvaldu bara nakað av tí besta í sær sjálvum, meðan sorgin helt á at vera líka tung og nívandi. Ella tey leitaðu burtur frá øllum fyri at sita einsamøll og bøla yvir sorgina. Tað hjálpir heldur ikki. Tí tað er bara eitt, ið hjálpir.

Ætlanin er ikki, tá ið vit verða rakt av sorg, at vit skjótast gjørligt skulu sleppa burtur úr henni. Tvørturímóti. Vit skulu bera hana – og finna ta gávu, sum eisini er goymd í sorgini. Pætur vísir á ein góðan máta at bera seg at. Kastið alla sorg tykkara á Guð. Ja, tað er tað rætta. Tí vit kunnu ikki kasta nakað yvir á Guð, uttan at vit noyðast kasta okkum sjálv við. Og tá ið bæði vit og sorg okkara verða løgd á Guð, kunnu vit leggja merkið til, at hann hevur umsorgan fyri okkum. Tað vísir seg í tí, at hann ber bæði okkum og sorg okkara og brúkar hana til at varðveita okkum, so at vit verða verandi hjá honum. Soleiðis kann ein sorg verða til signingar, tá ið hon sleppur at binda okkum fastari til Guðs, enn ein gleði kundi gjørt.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder