Kunnu vit troysta uttan at brúka mong orð?
Hugsaði um eitt andlát um dagarnar. Ein kona, ið var mong ár eldri enn eg, var farin her frá. Nú var hon avgomul. Long tíð er liðin síðan eg sum ungur á fyrsta sinni vitjaði hana, tað var stutt eftir at hon brádliga hevði mist sonin. Føldi at ta var mín skylda í tí arbeiði eg hevði, at hyggja inn til hennara. Men eg kendi meg tóman fyri uggandi orð, og visti heldur einki at siga við hana í støðuni; sat bara inni hjá henni eina góða løtu meðan hon fámælt orðaði seg um saknin.
Eina tíð seinni møttust vit á vegnum, Hon steðgaði á og segði: Takk fyri, at tú kom at vitja meg hin dagin, tað var eg fegin um! Hugsaði: jamen, eg hevði ikki sagt nakað uggandi orð við hana. Hví mundi hon tá takka mær fyri at eg hevði hugt inn til hennara?
Kanska eru tað ikki tey mongu orðini, ið skulu til fyri at ugga ein syrgjandi. Bara nærveran kann vera tann størsta troystin í sorg og sakni.
Kenna vit ”Nielsen prest”? Skulu vit líkjast honum? Hann verður umtalaður hjá einum kendum donskum rithøvundi í einari stuttsøgu, novellu. Ein ungur prestur skal út at ugga eini foreldur, ið hava mist sonin í einari vanlukku; tey eru komin niður undir av sorg. Hesin neyðars prestur veit ikki síni livandi ráð. Hvat skal hann siga? Hevði hann bara líkst Nielsen presti, so var eingin trupulleiki. Nielsen prestur hevur altíð eina loysn. Hann fær øll roknistykki at ganga upp. Hann kann endurgeva skriftstøð og sálmavers, so tað stendur eftir. Hann veit akkurát, hvør meiningin er við øllum, sum hendir í hesi fløktu verð. At tað so eru liðugtseymaðar meiningar og bíligar frágreiðingar, ið hann borðreiðir við, er ein onnur søga.
Nei, vit eiga ikki at vera ein ”Nielsen prestur”.
Tað er ikki neyðugt við mongum orðum fyri at troysta ein, ið syrgir: ofta er meira neyðugt at brúka tíð at lurta.
Fyri at gera okkum liðug við tey syrgjandi, verður ofta sagt: Tað er at hyggja frameftir! Hvørjum skulu tey hyggja eftir? Hvat síggja tey framman fyri sær í sorgini? Ein gráan múr. Ein abstraktan málning, sum einki skil fæst á. Vit brúka ofta orðini: Tíðin lekir øll sár. Men tíðin lekir ikki øll sár, heldur ikki alla sorg. Vit vita at sorgin, saknurin og pínan kunnu broytast sjálvt um tey ikki hvørva.
Hvussu møta vit menniskjum í svárari sorg? Nærleiki og hjávera eru av týðningi. Eingin av teimum, sum sita eftir vantar tey loysandi, avklárandi orðini. Tey orðini finnast ikki. Men vit skulu vísa, at vit leggja í hesi menniskju. Eitt fast lógvatak kann styðja og troysta meira enn mong orð.
Halgabók er ikki ein fasitlisti, men ein reiðilig bók, og kristindómurin er ikki ein lívsfrágreiðing, men eitt tilboð um hjálp til at draga andan frítt her á jørðini, her tað suffandi hjarta er ein veruleiki, eisini hjá teimum kristnu, um tað er ektað.
Hvørjum koma okkara suff frá? Tey skyldast lívsins mongu gátur og okkara mongu syndir. Tey hanga saman við, at vit hoyra til ”tað ferðandi kirkju” á vegi krossins.
Men syrgjandi kristin menniskju vita, at tey mugu klára at liva við hesum, og at lívið her á fold framvegis hevur gleði og góðar løtur eftir til teirra.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald