2026-07-22 08:00
Í fjallaprædikuni prísar Jesus nøkur menniskju sæl; teirra millum eru tey friðsomu.
Í øllum ófrið, sum er í dag, verður nógv tosa um frið, um friðarsamráðingar og friðarsáttmálar. Ein kemur at hugsa um orðini hjá manninum, ið segði: Nær og hvar eigur friðurin at byrja?
Fyri fleiri áratíggjum síðan, tá ið vit búðu í Danmark, gjørdu friðarrørslur vart við seg. Teirra mál, søgdu tey, var at skapa frið millum stórveldini, millum USSR og USA, og at fora fyri einum triðja verðaldarbardaga við kjarnorkubumbum. Meiningin var ivaleyst góð, og fleiri teirra meintu tað helst væl. Kortini var einki kríggj millum hesi londini – ikki tá í hvussu so er. Men áðrenn, og nú, og síðan hava veri óteljandi størri og smærri staðbundin kríggj í heiminum, sum hava týnt óteljandi mannalív, og gjørt stórar oyðileggingar.
Man maðurin ikki hava rætt, sum helt fram og segði: Vit byrja oftast friðararbeiðið við tí skeivu fatan, at kríggj er bara vápn og bumbur, spjót og ørvar, tí byrja vit frá skeivum enda og koma onga leið. At skapa frið byrjar við okkum sjálvum, í okkara heimi, millum mann og konu, millum foreldur og børn, millum grannar, millum starvsfelagar, millum bygdarfólkið. Um hin einstaki gjørdi tað, vildi friður og semja breitt seg sum ringar í vatni.
Konstruktiv kjak skulu til, tey kunnu skapa loysnir og byggja upp. Destruktiv kjak eru oyðileggjandi og bróta niður.
Mesti og ringasti ófriður uppstendur aloftast í nærumhvørvi av valdsgirnd. Ósemjur av ymiskum slag stinga seg upp. Ósannindir skapa skuldsetingar, bygdarklandur. brigsl, ákærur, hevndarhug, øvund. hatur. átrúnaligan skilna, arvastríð og politiskt stríð, sum røkkur heilt inn í familjunar kjarna, og menniskju fara á hvør sín vegjaðara, tá ið tey møtast.
Í norskari útvarpsprædiku fyri árum síðan, sum nomið var við í aðrari andakt, nevndi prestur nakað, sum rithøvundin Sigurd Hoel skrivar í einari av bókum sínum (endurgeving eftir minninum): Í lítlari bygd vóru gjørdir smalir vegir og gøtur av eyri og leiri millum húsini. Har sást ikki eitt strá av illgresi stinga seg upp úr vegnum. Gongdin húsanna millum var so nógv, at hvør spíri av illgresi var traðkaður niður av mannafótum so skjótt hann stakk seg upp.
Men so hendi ta, at bygdarmyndin broyttist. Illgres og ókrút stakk seg upp úr teimum sløttu, sjónligu og reinum eyr- og leirgøtunum, og eftir stuttari tíð vóru vegir, smølu gøturnar og tún grasvaksin og valla, og sóust ikki longur.
Hvør var orsøkin? -
Heimsbardagar kunnu teljast á hondini, smákríggj eru óteljandi.
Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guðs børn.
At vera kallað Guðs børn, má vera størsti heiður, nakar kann bera, og vakrasta heiti, eitt menniskja kann hava. Tí prísar Jesus í fjallaprædikuni hesi menniskju sæl.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald