Mentan

Andakt Guð er ein bústaður

”Bústaður er hin ævigi Guð, og her niðri eru hinir ævigu armar.” Fimta Mósebók 33. 27

2025-09-02 20:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Endalig signing Mósesar, kennist helst øvutur. Lív hansara gjørdist nú ikki ein dansur á rósum. Eftir undarligum, knortlum gøtum hevði Guð ført hann. Men nú stendur hann við endan á vegnum. Hvat sigur hann so við Guð? Sigur hann: Guð, tú var nú harður við meg? Hví skuldi eg gjøgnum slíkar pínuligar trupulleikar? Segði Móses soleiðis? Nei, hann segði: Eingin er sum Guð, ísraels Guð, ið fer eftir himni tær til hjálpar og á skýggjunum í tign síni.

Mong mennskju kunnu siga tað sama, tí Guð er í himlinum, allir hinir gudarnir eru á jørðini, og av jørðini. Guðs bústaður er í himlinum og er ævigur. Ikki sum teir bústaðir, sum her niðri standa eitt skiftið og síðan falla. Eingin er sum Guð. Eitt túsundtals kór sigur í dag tað sama, tí hjá Guði funnu tey ein ævigan bústað.

Finnist nakað betri enn at hava ein bústað – ikki bara at leita til, men at búgva í? Miðlarnir fortelja okkum hvønn einasta dag tíðindi um bústaðarneyð í landinum. Eisini hoyra vit dagliga tíðindi uttan úr heimi, har sagt verður, at so og so mong hundrað eru deyð, og so og so mong túsund eru vorðin heimleys og standa uttan bústað vegna kríggj og náttúruvanlukkur. Næst deyðanum er ongan bústað at hava.

Einki var tryggari og betri enn at eiga ein bústað, eitt heim, eitt skjól at leita til - ja, at renna til, tá ið vit vóru smá og bangin. Vit vistu altíð, hvar vit skuldu fara, tá ið ástóð og eingin annar skilti okkum.

Hetta er júst evangeliið, at tað er eitt skjól, ein griðstaður hjá tí livandi Guði. Hann býðir øllum, sum fara gjøgnum lívsins oyðimørk, at koma til sítt trygga heim. Hjá Guði funnu tey ein bústað.

Og her niðri eru hinir ævigu armar, stendur eisini. Teir armarnir røkka heilt niður higar - niður í dustið. Ein mamma hevði latið skrivað á gravsteinin hjá unga syni hennara, ið hon hevði mist: ”Undir tær eru hinir ævigu armar.” so djúpt røkka hesir armar, at teir eru undir tær í kirkjugarðinum. Hetta eru armarnir, sum strektir vóru út á Golgata og negldir fastir, hóast teir altíð bara høvdu veri rættir út fyri at hjálpa og vælsigna.

Í dag rættir Guð hesar armar út móti einari falnari mannaætt, og sigur: Komið, og eg vil veita tykkum hvílu!

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder