Mentan

Andakt: Bara av náði

“Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær.” Efesus 2, 8-9.

2026-05-10 10:00 Author image
John S. Myllhamar
placeholder

Tað var maðurin, sum livdi eitt ósámuligt lív í bygdini. Ein dagin var hann funnin deyður, og fólk vóru beinanvegin greið yvir, hvar hann var endaður handan deyðan. Ein helt kortini fyri: Skuldi tað hent, at hann er sloppin inn um himmalsins dyr, so er ta av berari náði.

Jú, tað eru ikki so fá, ið hugsar sær, at tey verða frelst av góðum gerningum og ikki av berari náði? Ein maður segði einaferð: Eg havi veri raskur alt mítt lív, og lagt mikið arbeiði eftir meg. Um Guð ikki er nøgdur við tað, so verður tað harvið. Um vit hava skikka okkum væl og verið dugnalig og virkin, og alt gott um tað, tí tað skulu vit royna at vera, so verður eingin kortini frelstur av, at møta upp hjá Guði ein dag við fullum hondum av góðum gerningum og við sínum útinta verki. Einaferð fortaldi Jesus um nøkur menniskju, ið søgdu honum frá øllum teimum góðgerðum, tey høvdu framt. „Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni tínum, rikið út illar andar við navni tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni tínum!“ Men Jesus svarar teimum: „Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá mær, tit, sum havast við órætt!“ Jú, fruktirnar av, at vit eru frelst av náði, eru, at vit gera tað, ið rætt og gott er. Men vit gera tað ikki fyri at kunna møta upp hjá Guði við einari stórari rokning fyri arbeiðsløn. Farisearin í templinum reksaði upp alt, hann gjørdi av góðum verki, men hann fór ikki rættvísgjørdur at húsum. Tað fór tollarin afturímóti. Orð hansara vóru fá og eyðmjúk: Hann segði bara: ”Guð náði meg, syndara!”. Rættvísgjørdur legði hann leiðina út úr templinum og til húsa.

Skal eg fara við tómum hondur, stóð í einari aðrari av andaktunum. Ja, hvat lønarkrøvum viðvíkur, so skal ein og hvør gera tað. Tí lønin, ið givin verður, er ein náðigáva frá Guði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder