2025-02-14 10:00

Kom í tankar um tekstin nú sunnudagin, har tað millum annað verður skrivað um líkaløn fyri sera ójavnan arbeiðsdag, nakað sum als ikki hevði latið seg gjørt í verðsliga arbeiðsdegnum.
Hugsa sær, um tað hevði verið soleiðis, at okkara jarðisku fyrimunir, sum vit rósa okkum av, og hevja okkum upp um onnur við, eisini høvdu nakran týðning fyri Guði, so vildi allur munur, ið er millum menniskju, og sum hevur so stóran týðning her í lívinum, og er við til at býta fólk sundur í bólkar, so at nøkur eru rík og onnur fátæk, nøkur eru klók og onnur eru tað øvuta, o.s.fr., so vildi hesin munur fylgt við inn í tað æviga lívið og gjørst orsøk til, at vit eisini har deildu okkum upp í ymiskar bólkar, við tað at nøkur kundu reypa av, at hava gjørt meira til teirra egnu sælu enn onnur. Tá vildi himmiríki ikki gjørst tann staður, har kristni einleikin er veruleiki, og har Guð er alt í øllum. So vildi himmalin bara gjørst jørðin umaftur.
Men hesum skal Guð ikki hava nakað av. Tí útihýsir hann frammanundan øllum møguleikum fyri, at í tí æviga lívinum skal eingin kunna koma og siga seg hava gjørt nakað sum helst fyri sína egnu sælu, og tað ger Guð við longu her á jørð at rinda úr hásæti niður tey mætu, og seta lítilsverd hátt. Metta svong við góðum gávum og rekur rík burtur við tómum hondum. Hann tekur frá okkum alla æru fyri at bjarga okkum av náði. So verður æran hansara aleina.
Tá ið ta er Guðs náði aleina, ið frelsir eitt menniskja, kunnu tey ringastu eins væl náa við sum tey bestu. So fær eingin nakað at rósa sær av hjá Guði. Hin ríki og hin fátæki, tann klóki og tann ikki so klóki skulu inn sama veg. Og so er eingin syndari, sum trýr á Jesus, so ússaligur, at hann ikki sleppur at vera við - um hann vil tað.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald