2024-12-24 12:15
”Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn. Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum.” Evangeliið eftir Lukas, kapittul 2. versini 6-7
Eftir eysturlendskum viðurskiftum var tað ikki so sjáldan, at fátæk ferðandi máttu liggja nátt saman við djórum teirra. Tað var tí neyvan nakar í bygdini, sum legði merkið til tey bæði unga fólkini í fjósinum í Betlehem jólanátt.
Men í himlinum fylgdu tey sera væl við teimum. Og í teirri løtu, barnið var føtt, lat himmalin seg upp, og brádliga lógu markirnar kring Betlehem prýddar í himmalskum ljóshavi. Tey flestu sóu hetta ikki. Tey svóðu. Bara nakrir seyðamenn vaktu og teir fingu alt hetta undursama at sjá.
Teir stóðu hamskiftir mitt í skærasta ljósi á miðjari nátt. Tá kom ein eingil skinandi reinur til teirra og bar teimum boð um, at teir skuldu ikki óttast. Tí nú var barnið føtt, sum Guð hevði lova, og sum fólkið hevði vanta og longst eftir teir mongu, longu dagarnar og tær ótaldu, myrku næturnar.
Eingilin var neyvan liðugur at bera teimum stóru tíðindini, tá ið himmalrúmið fyltist av veldigari einglafjøld, sum sang hin vakrasta himmalska lovsang til æru fyri barnið, sum nú var føtt.
Tað var fyrsti jólasálmur á fold.
Einglarnir sungu hann, og seyðamenninir lærdu hann. Og skjótt hevði hann flutt seg frá ong til ong, frá landi til land, frá ætt til ætt. Í dag er hann sungin av milliardum av menniskjum á ymiskum tungumálum.
Og hesin sangur um barnið í krubbuni nemur teir eymastu streingir í manni og í kvinnu, í barni og í oldinga. Og enn er himmalin okkum trúgvandi kristnu ongantíð so nær og so skínandi vakur sum við okkara kristnu jólafestir nú tveytúsund og fýra og tjúgu ár eftir at Kristus var føddur.
Tí taka vit undir við Brorson, tá ið hann í sínum vakra jólasálmi syngur:
Tá hjartans neyð sum mest gerst trong,
eg spenni gleði-hørpustrong,
at hann skal betur ljóða;
og syrgin hjørtu skilja best,
hvat henda stóra fagnarfest
av gleði letur bjóða.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald