Tey fyrstu eygnavitnini til tómu grøvuna, vitnaðu um tað teir høvdu hoyrt og sæð, og sum hendur teirra høvdu nomið við. Mátturin í hesum einastandandi tilburði nemur tað djúpasta í sinninum. Henda søguliga hending er hornasteinurin í allari okkara kristnu trúgv
Paulus skrivar í tí, sum rópt verður uppreisnarkapitlið, fyrra korintmannabrævi 15: Er tað bert í hesum lívi, at vit hava sett vón okkara til Krists, tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum. Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur.
Tað eru allar grundir til at uppreisn Jesu er tað tryggasta fundament, sum lív okkara kann hvíla á. Uppreisnin sýnir so nógvar týdningarmiklar sannleikar um hvør Guð er og hvørji vit eru. Sannleikar sum vit við trúgv kunnu hvíla í.
Uppreisn Jesu sigur at Guð er sterkari enn deyðin og at Guð sjálvur vil stríðast móti øllum kreftum myrkursins fyri at náa fram til okkara, at hann er fúsur til at ofra alt fyri børn síni. Uppreisnin sigur okkum, at tað er vón fyri okkum sjálvt tá ið vit møta deyðanum.
Jesus sýndi seg í fleiri dagar fyri teimum, ið høvdu fylgt honum frá Galilea niðan til Jerúsalem. Tey eru nú vitni hansara fyri fólkinum. Besta frágreiðingin um ta tómu grøvina er, at evangeliið heldur fram at vera boðað. Tá ið verðsligerðingin fær tað at tagna ella dovna einastaðni, so blussar tað við miklari megi upp aftur í øðrum pørtum av heiminum.
Enn er ein fjøld eftir, sum á páskum stemmar í:
Kristus er uppstaðin;
Frøð teg nú, mín sál!
Sigurin er vunnin,
bjart er lívsins mál!
Deyður er nú deyðin,
misti sína makt,
ormsins høvur sorað,
sum Guð hevur sagt!
Syngið hátt nú, brøður:
Grøtt er syndasár.
Jesus er vár bróðir,
Guð er vinur vár!
Kristus er uppstaðin!
ljóðar heilsan blíð.
Jesus, sum var deyður,
livir alla tíð!
Gleðiliga høgtíð!
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald