Mentan

Andakt - Øvund førdi til fallið

Eitt av holdsins verkum er øvund, skrivar Paulus í Galatabrævinum kp 5.

2023-01-25 14:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Ábel varð tikin av døgum orsaka av øvund. Men øvundin byrjaði ikki við bróður hansara, Káin. Longu áðrenn hann, kom øvundin sníkjandi við orminum inn í dýrdina í Eden. Hin Óndi unti ikki menniskjum eydnusæluna í Paradís. Hann hámundaði teimum. Vit fingu tilboðið frá tí Ónda at koma upp á hægri stað, á støðið við Guð, ja, sjálv at gerast Guð. Og vit tóku av. Menniskjan er soleiðis skikka, at eigur hon nóg mikið, ja, eigur hon alt, vil hon hava meira. Og tað vildu Ádam og Eva.

Men so hendi vanlukkan. Menniskjan, krúnan á skaparvekinum, fall av, og alt endaði í ruðulleika. Kosmos gjørdist kaos, Atgongdin til lívsins træ og tess fruktir var stongd. Tað valið, ið tey gjørdu, førdu til útvísing úr dýrdini, út í vónloysi og deyða. Menniskjuni doyðu ikki likamliga við tað sama, tey vóru lík liljumum á markini, ið eru frískar og vakrar meðan tær standa í blóma. Men eftir at tær eru slítnar upp og settar í vasan era tær deyðamerktar, sambandið við lívskelduna er skorið av; tær prýða í stovuni teir fyrstu dagarnar, men so blikna og følna tær og gerast eitt misprýði í staðin, Tær nytta bara til at verða tveittar burtur. Sum tað stendur í Sálmi 90 í Gamla Testamenti: ”Menniskjan er eins og grasið, á morgni tað blómar og grør, á kvøldi tað følnar og doyr, tí vit ganga til av vreiði tíni, vit óttast av ilsku tíni” Carl Skovgaard-Petersen hevur rætt, tá ið hann sigur: ”Eingin skilir ta botnleysu vanlukka, at vera ein glataður syndari, ið er komin heilt burtur frá ætlan skaparans við honum.”


Men tað býr ein longsul í hvørjum barmi inni, syngja vit. Longsulin eftir okkara uppruna.

Í gamlari halgisøgu verður sagt frá, tá ið Ádam lá á deyðastrá, at hann bað son sín Set fara til hitt mista Paradísi. at heinta ein kvist av lívsins træi. Ja, eg skal fara, svaraði Set, men hvussu finni eg vegin hagar? spurdi hann. Tá ið tú kemur til Hebron skal tú ganga eystureftir, har finnur tú sporini hjá foreldrum tínum tann dagin, vit máttu rýma hagani. Tey sporini eru løtt at finna, tí har mamma tín og eg gingu ta ferðina, hevur ongantíð vaksið nakað, ikki so mikð sum eitt grasstrá. Set fór og fann fótasporini og paradísportrið, men tað var stongt. Hann fekk ongan kvist av lívsins træi og kom tómhentur aftur.


Øvundarmaðurin, Ormurin, skuldi tó einaferð møta sínum yvirmanni. Avkom konurnar skuldi ein dag morla høvur hans. Tað kom ein, sum lat portrið upp aftur inn til lívsins træ, inn til lívsins fruktir. Jesus hevur traðka rás inn aftur í Paradís, hann, ið kom og setti onnur spor eftir seg enn Ádam og Eva, tey blóðplettaðu sporini. Tann, ið fylgir hesum sporum, leitar ikki eins og Set til fánýtis, men hann finnur portrið opið. Tað er evangeliið, tað er páskaboðskapurin, at tað er Jesus og lívið, og ikki Sátan og deyðin, ið hava sigrað. Í Kristi hava vit alt, og hava tí ikki fyri neyðini at øvunda nøkrum.


Bøn teirra trúgvandi eigur at vera sálmur 143: ”Ger mær kunnan tann veg, eg skal ganga, tí til tín eg sál mína hevji!” Tá ið hvør dagur kvøldar, kunnu vit lyfta sál okkara upp til Guðs og spyrja. Vís mær um eg gekk tín ella mín egna veg í dag. Lat Guð visa okkum hansara veg, í tí hava vit okkara trygd og gleði

Okkara fótaspor eru ikki frammanfyri okkum, men aftanfyri okkum, og tey vísa, hvønn veg vit ganga.


Lær meg at kenna leiðir tínar,

við treysti fúsur ferðast tær;

eg veit, at allar ognir mínar

er borga góðs, tú lænti mær.

Men vil tín sterka hond meg leiða,

eg altíð málið grant kann sjá

og nýggja himmalvón man eiga,

so hvørt ein vón her fellur frá.



John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder