2024-08-21 15:52
Eingin av okkum hevur nátt so langt, at vit ikki longur tørva at taka við læru. Gamalt orð sigur, at vit kunnu læra so leingi, vit liva, og vit kunnu eisini leggja afturat, at vit skulu læra, so leingi vit liva. Um vit gevast at taka við læru, koma vit ikki longri, so standa vit bara still, so eru vit liðug, so verða vit ikki til nakað, og tað vil skjótt vísa seg, at so gongur aftur á hondina. Í hvussu so er í tí andaliga lívinum og í tí persónliga lívinum er tað galdandi, at stillstøða er ongantíð stillstøða, men altíð afturgongd.
Tað verða altíð kantar í okkum, sum skulu brýnast av, og tað er soleiðis við hesum kantum, at teir vaksa støðugt út aftur, eftir at teir eru slípaðir av. Koma teir ikki aftur á tey somu støðini, so koma teir á onnur støð. Tí mugu vit støðugt vera fús til at lata okkum aga og uppala, og tann dag, vit kenna okkum hevja upp um at lata okkum læra, ganga vit okkum av teimum rættu gøtunum og villast. Tá ið vit ikki longur hava brúk fyri at lurta eftir ráðum og klókskapi frá øðrum, enda vit í sjálvklókskapi.
Guð gevst ongantíð at vilja uppala okkum, og hann vil uppala okkum eisini við hjálp av teimum, sum hann hevur sett okkum ímillum. Hann brúkar tann eina sum lærara fyri ein annan, og tann, sum ikki longur vil hava ein lærara, heldur Guð skjótt uppat við at vilja ella kunna brúka sum lærara. Tess meira vit hava eitt opið sinni at taka við lærdómi, tess dunaligari gerast vit eisini at læra frá okkum. Tá ið vit halda, at nú hava vit nóg mikið, eru vit útdeyð. So kunnu vit ikki brúkast longur.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald