Vinna

Andakt - Okkara ting

Men tú, Guðs menniskja, flýggja frá hesum! Men stunda heldur á rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, áhaldni, spakføri! - Fyrra bræv Timoteusar 6. 11.

2024-06-27 11:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Paulus hevur beint frammanundan sagt, at gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur; men hann veit líka so væl sum vit, at hesa hugsan hevur fjøldin av menniskjum ikki; vit halda tað øvuta, at tað er vinningur at fáa so nógv sum gjørligt. Vit vilja vera rík. Vit líða av pengatráan, ið er rótin til tað illa. Vit vita bara ikki sjálv, at so er, men halda, at hetta er keldan til alt gott, og harvið falla vit í freisting og nógvar tápuligar og skaðiligar tráanir, sum enda við undirgangi.

Soleiðis má tað ikki enda, hvørki hjá Timoteusi ella hjá okkum. Tí ávarar ápostulin um hetta. Øll eru vit meira og minni freistað til at selja lív okkara til tingini. Tað er øgiligt, sum nógv av okkara dýrabaru tíð vit hvønn einasta dag brúka til tingini. Vit elska tingini, vit hugsa um tingini, liva fyri tingini, ganga høgt upp í tingini, hanga í tingunum o.s.f. Mong av okkum eru tey beru tingmenniskju.

Um tað ikki hendir ein broyting við hesum, kann ta einaferð enda við stórum húsagangi, tí vit hava ikki havt nakað av hesum tingum við okkum inn í henda heim, og vit fáa heldur eingi ting við okkum út úr hesum heimi. Um øll okkara lívsviðurskifti skulu leggjast eftir her, tá ið vit vera tikin burtur úr verðini, eru vit fátæk sum kirkjurotta. Tað eru vit, sum skulu hava tingini. Tí er umráðandi, at tað ikki eru tingini, ið hava okkum.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder