Politikkur

Andakt - Hyggin og óhyggin

”Fimm teirra vóru óhygnar og fimm. hygnar” Matteus 25.2.

2022-12-01 16:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Prædikuteksturin til annan sunnudag í advent eftir seinnu tekstarøð, snýr seg um tvey sløg av brúðarmoyggjum. Nakrar eru dárar, aðrar eru klókar. Tað eru moyggjar, talan er um, so dárskapur og klókskapur skal skiljast í tí høpi, sum tær eru brúðarmoyggjar fyri.

Vit kunnu gott vera bæði vís og klók í ymiskum viðurskiftum og tó vera dárar eins og moyggjarnar, líka sum vit gott kunnu vera minni klók í versligum viðurskiftum og tó vera klók sum moyggjarnar. Tað er ikki kapasiteturin í heila og skili okkara, ið her verður mett um, men lívsáskoðanin, tað snýr seg um.

Brúðarmoyggjarnar skulu fara brúðgómininum á møti, tá ið hann kemur. Og tær eru dárar ella klókar alt eftir, hvussu tær eru til reiðar í tí løtu. Ella lat okkum siga vit; tí tað er okkum, Jesus hevur hugsað um í líknilsinum. Hann er brúðgómurin. Tað er hann, ið einaferð kemur. Og vit eru tey, ið skulu fara honum á møti.

So eru vit menniskju altso tvey sløg av moyggjum. Teksturin vil siga okkum, at nøkur fara lætt um hetta, halda, at tað man fara at ganga. Hugt verður ikki so neyvt eftir, um nøkur olja er á lampuni. Hildið verður at vit nokk kunnu lána eitt sindur í seinastu løtu, um vit skuldu havt ov lítið. Tí snara nøkur frísinnað prædikufólk hesum líknilsinum heilt annan veg, við at blanda næstakærleika inn í tekstin.

Onnur ansa væl eftir, at tey hava nóg mikið. Tey vita, at tað eru ting, ið vit ikki kunnu skera pettir burtur av at geva øðrum, ella ting, ið vit kunnu lána, men at vit sjálv mugu hava tey.


Vit skulu ikki lesa leingi í Nýggja Testamenti fyri at skilja, at størsta gávan, guðsríki, ókeypis frá fyrst til síðst, kann missast. Tað er á ein hátt líkasum við at møta tí stóra kærleikanum í lívinum. Hann kennist sum rein gáva. vit gifta okkum glað og eydnurík. Og samstundis vita vit, at um ikki verður arbeitt við hesi gleði og eyðnu viku eftir viku restina av lívinum, so missa vit alt á gólvið og endin verður, at tað heila fer fyri skeyti. Tað er altíð hetta álvarsemi við tí vakrasta í lívinum.

Líknilsi endar við at siga okkum, at tað er neyðugt, at vit ikki sita svøvntyngd, men eru vakin og altíð til reiðar at møta brúðgóminum.


Brorson, sum eg haldi er okkara mætasta sálmaskald, syngur:


Vár brúðgómur kemur ei leingi at bíða,

so keypið nú olju til ferð á hans fund!

Og sitið ei svøvntyngd, nú dagarnir líða,

men vakið og biðið sum himinsins sprund,

so snar vit í vendi

við stavi í hendi

hvørt bil eru búgvin at himni at skunda,

sum sorgarnívd javnan í trongum á stunda.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder