Reglan er brot úr prædikutekstinum komandi sunnudag. Í báðum tekstinum til annan sunnudag eftir trettanda, verður ofta komið inn á heimið og hjúnalagið, tí talan er um eitt nýtt heim í Kána, og um eitt eldri heim í Jeriko.
Hvør orsøkin var, at brúðarparið í Kána hevði boðið Jesusi í brúðleyp, vita vit ikki. Men vit vita, at tað var nærvera hansara, sum bjargaði hjúnunum úr kreppuni, tá ið vínið treyt. Um hann ikki var boðin við, hevði tað í hvussu so er ikki enda soleiðis, sum tað gjørdi. Bæði hjúnini og gestirnir fingu tað besta vínið til síðst.
Tað eru mong viðurskifti í lívinum, har menniskju kunnu gera somu royndir sum brúðarparið í Kána gjørdi. Mong hava upplivað, at teirra egna ”vín” varð uppi, ella at dygdin var vánalig og at víni at enda var so beiskt, at tað ikki var berandi at munni. Júst í einum hjúnalagi kann tað enda soleiðis, tí hóast maður og kona í langa tíð høvdu sitið við sama borð, hava kortini kilometrar verið millum tey.
Tá ið tey bæåi høvdu nátt so langt, at teirra egna var uppi, vistu tey ongan annan útveg enn at stinga í sekkin og fara hvør sín veg. Hjúnini vóru komin til eitt deyðpunkt, ið tey ikki kundu koma yvir, uttan so at tað hendi eitt undur, og tann einasti, sum kundi gera undrið, hann høvdu tey einki samband við, hann var ikki boðin við í teirra hjúnalag, og tí varð alt uppi.
Vit menniskju hava ongantíð nóg mikið í okkara egna til at náa heilt fram til málið. Okkara goymslur tømast. Vit møðast á vegnum. Vit treingja til, at tað skulu henda undur. Og tað er lyfti í evangeliinum til okkara, at júst hetta kann koma at henda í lívi okkara, so at vit bókstavliga uppliva tað. Men tá skal Jesus vera har. Tí tað er eingin annar, ið kann gera tað. Lívið er ikki bara dansur á rósum fyri tað um Jesus er við, tað kann eisini vera mótburður og rógvast má andróður í lívsins ymiskum viðurskiftum, men so er tað hann, ið ger av, hvussu tað skal enda.
Eitt, sum hevur allan týðning í viðurskiftinum millum mann og konu er hetta: tað er betri at geva enn at taka. Tað er eitt gott motto yvir einum hjúnalagi. Soleiðis er kærleikin, tá ið hann er ektaður. Hann livir av at geva. Tá ið maður og kona hava tað soleiðis saman, at tey støðugt av nýggjum vilja vinna hvørt annað við at geva ja, - og ikki minst at geva eftir - hava tey eitt gott heim, tí har ræður tann rætti andin. Men um tey vera meira áhugað í at taka, so at tey seta hvørjum øðrum krøv, er tað ónda komið inn ímillum tey. Hin ektaði kærleikin heldur ikki upp á sítt; hann vil ganga eftir Guðs góðu gøtum,og ikki eftir gøtum hansara, sum skilir sundur.
Algóði Guð, tú fyrstu ferð
gavst manni brúður her í verð
á Edens grønu grundum!
Tú hendur teirra saman brá,
tín andi har tey vígdi tá
við einglaljóð í lundum!
Góð og føgur
gjørd var kvinna
mann at ynna,
trúgv í vanda
blúgv við mansins lið at standa.
Vers úr brúðarsálmi nr 433 í Sálmaókini. J. Dahl, týddi
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald