Mentan

Andakt - Geva tað, vit ikki eiga

Sanniliga sigi eg tykkum, henda fátæka einkjan hevur lagt meira í enn øll hini, sum løgdu í kistuna, Mark 12. 43

2025-03-10 11:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Í grundini byrjaði konan at geva av tí, sum hon ikki átti nakað av, Í okkara høpi hevði nøgdin, hon gav ongan týðning.
Moder Teresa gav ongan pening. Men hon livdi eitt ríkt lív henda lítla, samankropna konan. Hon gav kærleika og umsorgan sína til teirra, ið høvdu brúk fyri tí. Og hon varð eisini møtt við tí jaliga frá umheiminum.

Eitt gávumilt menniskja er ikki bara eitt menniskja, ið gevur pening, tí nógv menniskju hava nóg mikið á kontuni, Tað nyttar ikki nógv, at kasta túsundkrónuseðlar sum flogseðlar niður yvir tey bløðandi og særdu í krígsherjaðum økjum. Hvat skulu tey brúka teir til? Tað ræður um at vera eitt menniskja, ið hevur stundir at brúka armar og bein, hendur og føtur, og sum ger tað við einum falsleysum hjarta og uttan at vanta sær nakað, ella vilja hava nakað afturfyri.
Í okkara tíð síggja vit ofta at fólk ikki bara geva pening, men eisini sína tíð. Hesi starvast í endurnýðsluhandlum, gera sjálvboðna tænastu í kirkju, í samkomu og aðrastaðni, vitja, sjúk, vinir og einsamøll.
Kærleiki okkara er ikki perfektur, og hjørtu okkara sláa ikki altíð rætt fyri øðrum. Hvat tí viðvíkur eru eisini vit fátæk. Og rík verða vit kanska ongantíð. Men tí eiga vit at byrja við at gera sum einkjan, at starta við at geva av okkara fátækdømi. Og har, hvar vit byrja við at geva av tí, sum vit ikki hava, har vil tað henda eitt umskifti, har vilja menniskju merkja, at Jesus er til staðar.

Einaferð var tað ein flokkum av monnum, ið ikki hevði stundir. Teir høvdu veri á fundi í høvuðstaðnum alla vikuna, og skuldu nú náa seinasta tokið heim áðrenn vikuskiftið. Fundirnir høvdu drigið út og drigið út, og endiliga, tá ið teir vóru liðnir, máttu teir leypa avstað til jarnbreitarstøðina. Tað ráddi um ikki at spilla eitt sekund burtur, um teir skuldu náa tokið.
Trokan og trongsul var á perronini, og ein smádrongur, sum spældi har, sá menninar koma stórleypandi við flaksandi yvirfrakka á arminum.
Meðan hann stóð har og undraðist yvir tann skund, teir høvdu, og uttan at hann veruliga var raktur av teimum, ið komu framvið, gjørdist hann tó so ræðslusligin, at hann misti sína virðismiklu eskju við marmorkúlum. Lokið fór av og virismikja innihaldi datt úr. Drongurin brast út úr at gráta so ræðslusligin gjørdist hann av hendingini. Gjøgnum tárini sá hann hesi flaksandi fólkini leypa upp í tokið við undantaki av einum manni, sum steðgaði, vendi sær á og kom aftur.
Maðurin legði seg niður á øll fýra, fyri at samla kúlurnar upp, sum lógu undir beinkjum og millum fólkið. Samstundis koyrdi tokið súsandi avstað og hvarv.
Drongurin hugdi at, og tordi einki at siga. Eftir stuttari løtu varð eskjan við virðismikla innihaldinum rætt dreinginum saman við einum heitum brosi.
Tá ið maðurin fór víðari, rópti drongurin á hann: ”Er tú Jesus?” Tá føldi maðurin, hvør hevði fingið hann at steðga, og at geva av teirri tíð, sum hann ikki átti.

John Myllhamar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder