Treiskni er í hesum orði. Paulus hevur beint frammanundan víst á eina rúgvu av tí, ið eisini kann raka Guðs børn: Trongd, angist, atsókn, hungur, nakni, váði, svørð. Hann sær tað beint í eyguni, og so kemur tað ”men”, tað er sum ein knýttur nevi ímóti øllum tí illa: men vit meira enn sigur.
Gáturnar eru nógvar, sum heldur ikki kristin kunnu loysa. Vit duga ikki at skilja, at tað illa so ofta traðkar tað góða í sor, at menniskju kunnu vera jagstrað, uttan at tey hava gjørt nakað skeivt, at kríggj kann raka eisini friðarlig fólk, at ósek smá kunnu doyggja í hungri, og nógv annað, sum vit ikki skilja. At vera ein kristin er als ikki at vera klókari enn onnur; men tað er at kunna siga ”men”, tá ið onnur ikki hava meira at siga. Tað er ikki altíð at kunna kortleggja Guðs veg og siga, hvar hann gongur; tí hann kann ganga gjøgnum eld og vatn og gjøgnum myrkurs ríki, har vit als ikki síggja hann; men tað er altíð at vera vísur í, at Guð hevur ein veg. Ikki vita vit altíð, hvar Guðs vegur gongur; men vit vita altíð, hvar Guðs vegur endar. Hann førir gjøgnum myrkur, Hann endar í ljósi. Og við endan á øllum teimum tungu vegastrekkjum, hevur Guð fyrireika ein lovsang. Vit skulu syngja lovsang, tá ið vit hava nátt á vegendan. Tí hava vit ráð til at gleðast longu nu, sjálvt um vit ganga í myrkri. Tað endar við yvirskoti. Meira enn sigra! stendur tað.
Við honum, sum elskaði okkum! Hetta er bjartskygni, grundarlag til dirvi. Lat tað verða nokkso myrkt. Jesus skal nokk klára tað. Sjálvt í deyðans myrkri kann hann tendra uppreisnarljósið.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald