Mentan

Andakt - At undrast

”Og øll, ið hoyrdu tað, undraðust á tað, sum teimum varð sagt av hirðunum.” Lukas evangelium kp 2.

2023-12-06 11:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Evnini at undrast er lívstekin. Nøkur menniskju undrast, tá ið tey síggja tann skiftandi vakurleika, ið okkara jørð kann lata seg í. Lítli óvitin, sum spælir á gólvinum, og kemur við stuttligum orðum og viðmerkingum, fær tey vaksnu at undrast, hvussu hetta lítla kann duga at finna uppá. Oldingin, sum hyggur aftur á dagar sínar, sigur við skaldinum: ”Ja, eg í stórum má, á góðsku Guðs meg undra.

Tá ið vit líta at Guðs himni, hansara fingraverki, mána og stjørnum, sum hann hevur fest, hvat kunnu vit annað enn undrast?

Tá ið eitt menniskja ikki longur eigur evnini at undrast, er nakað horvið í tí innara menniskjanum.

Mong menniskju hava í dag mist evnini at undrast. Nú skal alt forklárast. Vísindaligar frágreiðingar skulu gevast um alt – ljósið, tað eru bylgjur og snúningar, sum bara kunnu mátast í tólum og í desibel. Sum ein ofta kundi havt hug at sagt við hesar vísu: Tegi, taki ikki undranina og halleluja-rópini frá okkum, við at krevja, at vit skulu forklára og vita, hvussu nógvar snúningar, hvør einstakur tóni hevur, og hvussu ljóðbylgjurnar ferðast. Halleluja-rópið hevur sína egnu frágreiðing!

Menniskjan skal so avgjørt forklára og kjakast um alt; sjálvt teir mest heilagu og upphevjaðu lutirnar skulu vit hava eina liðna frágreiðing um. Men lívsins serheitir hava nakað við sær, ið bara avdúka sín vakurleika, reineika og veldi í teirri løtu, vit lata okkum upp fyri teimum í undran. Tá ið vit eru komin har til, at vit fara at grunda (spekulera) yvir, hví tað nú er soleiðis, verða vit lyft av sporinum. Vit hava eisini uppliva at hin ævigi, veldigi Guð er vorðin til nøkur pappírpetti, sum menn hava skrivað niður og gjørt sær sínar liðnu tankar og teoriir um.

Evnini at undrast eru at síggja tað ósjónliga. Hvussu mong gera tað? Far inn á eina skrivstovu ella eina bankadeild, og sig við starvsfólkið: Tað ganga einglar í loyndum millum teldurnar! Hava vit mist evnini at undrast og at síggja tað ósjónliga? Frá fyrstu jólanátt verður sagt okkum frá menniskjum, sum undraðust. Tað hendi, tá ið hirðarnir vitjaðu fjósið í Betlehem og søgdu frá einglasonginum úti á markini. Tað hendi við Símion og Onnu í templinum. Tað hendi …. ja, nógva nógva aðrastaðni sum vit lesa um í Nýggja Testamenti.

Lat ongan taka undranina frá tær – undranina um Guð og vegir hansara til okkara.


John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder