2025-01-08 14:45
Undarligt tykist tað, at eitt slíkt orð stendur í Harmljóðunum í Gamla testamenti. Tað var brúkt at lesa upp í synagoguni á minningardegnum fyri oyðilegging Jerúsalems.
Til hetta høvi hóskaði tað væl. Um tað er sett saman av profetinum Jeramia ella av einum øðrum manni, ið hevur kent til at tola ilt og til at líða við fólki sínum, hvat tey máttu ígjøgnum av illum, so vitna hesir sangir um tungar og pínufullar upplivingar.
Men teir vitna so eisini um, hvussu Guð hevur veri nær hjá teimum, ið liggja lágt, so at tey leggja merkið til ta síðuna av Guðs veru, sum tey, ið hava tað gott, ikki so lætt fáa eyguni upp fyri. Fyri tey, sum hava tað trupult, er hvør nýggjur dagur ikki bara ein pínufullur dagur, men hann kann eisini vera ein náðidagur. Guðs miskunn er sum himinin há; eingin endi er á henni, Og til jarðar røkkur trúfesti og náði hansara, so eingin nýtist at vera einsamallur við neyð og synd síni.
Aldri nakran dag í lívi okkara nýtast vit at standa einsamøll og bara vera latin yvir til okkum sjálvs. Hvussu nógv vit enn áður hava brúkt av Guðs náði, tí vit trongdu til hana, hava vit tó ikki brúkt hana upp, so at har var ikki meira eftir. Tað er altíð meira. Korini í Guðs náði eru botnleys – soleiðis at skilja, at tey ongantíð verða tóm.
Vit kunnu halda fram at oysa av náði hansara, og tað er støðugt meira eftir. Náðin er nýggj hvønn morgun. Vit kunnu byrja hvønn nýggjan dag, ja, og so eisini hvørt nýtt ár, við at fáa lut í henni.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald