Mentan

Andakt

.

2024-11-29 11:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Fremmandir og útlendingar
men teir sóu tær og heilsaðu teimum langt burtur frá og ásannaðu, at teir vóru fremmandir og útlendingar á jørðini.” Hebrearabrævið 11. 13

Eg gestur eri,
á ferð eg eri,
bert eitt kvøld,
ja, bert eitt kvøld eg eri her. (Mary Shindler)
Nei, tað eru ikki hesum tónum, njóra verður við dagliga. Vit innrætta okkum, sum um lívið á hesi fold skal vara ævigt. Órógvandi og veruleikafjar er talan um, at vit eru fremmandir og útlendingar – pílagrímar; tann talan lammar ídni og stjelur lívsgleðina.
Er hetta rætt?
At tað, tá ið missmót ger vart við seg, kann vera tala um henda heimsins neyðardal á ein ótakksaman hátt, skulu vit ikki nokta fyri, men tann, ið lesur Nýggja Testamenti, sleppur ikki undan at leggja merkið til tónan á pílagrímsferðini: Eg gestur eri, á ferð eg eri, bert eitt kvøld, ja, bert eitt kvøld eg eri her.
Kenslan av burturferðini hoyrir einum normalum mannalívið til, og tað kann ongantíð vera ósunt at royna at vera greiður yvir, hvagar ferðin gongur, ella at fyrireika seg til tað, sum kemur.
Vit eru fremmandir og útlendingar, og einsemiskenslan er ásýnilig. Gleði hins trúgvandi er ikki til at skilja; mong rista við høvdinum ella halda seg aftur, tá ið tala verður um tað æviga, og ein margháttlig kvirra breiðir seg, um onkur vágar at nevna orðið Guðs ríki. Har skal valda tøgn, meðan passiarurin, er lívligur, tá ið tað snýr seg um ting av ofta lítlum og ongum týðningi.
Fremmandir og útlendingar eru vit, men umhugsin er tann, sum meðan tíð er ger seg til reiðar, og sum heldur seg til vegin, ið førir til tað veruliga og æviga heimlandið. Minnist eina gamla konu, eg ofta vitjaði, tá ið vit búðu í Danmark. Hvørjaferð, eg fór út frá henni aftur, segði hon somu orð: Síggjast vit ikki aftur her, so møtast vit aftur har heima!

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder