Mentan

Andakt

”Vilt tú verða frískur?” Jóhannesar evangelium 5.

2024-05-15 14:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Løgin spurningur, ið Jesus setir einum menniskja, sum hevði veri sjúkt í 38 ár. Ta ljóðar næstan fjákut og láturligt at siga við ein hjálparleysan, serliga tá ið sjúklingurin lá har við hylin í Betesda fyri at verða grøddur. Men tó var tað ikki so løgið, at Jesus byrjaði at tosa soleiðis við mannin. Tá ið ein í langa tíð hevur grulva kapp við mong onnur fyri at vera fyrstur og altíð er komin ov seint, kann viljin umsíður gerast nógv linari enn tey lammaðu beinini. Um ein hundraðtals ferðir hevur sæð, at tað nyttar einki, liggur tað nær at hugsa um at royna aftur við einum ”hvat nyttar tað?” Hin sjúki maðurin var ikki bara lamin útvortis, men eisini innvortis. Tí byrjaði Jesus at grøða hansara innara brek.

Guð má ofta fara at við mær og tær á sama hátt. Tað er ikki bara eitt ella annað uttaná, vit treingja til at fáa broytt og gjørt okkurt við, tað er okkurt heilt innast í okkum, har ringast stendur til, og sum treingir til at at fáa hjálp. Syndin situr eisini í okkara vilja. Tað góða, sum vit vilja, gera vit ikki, men tað ónda, sum vit ikki vilja, gera vit, og tá ið tað hevur vara í langa tíð, kann tað at enda verða soleiðis, at vit ikki so mikið sum vilja tað góða longur. Tí kann tað gerast neyðugt, at Guð má toyggja seg inn í okkara persónliga miðdepil, í sjálvan viljan, og við sínum myndiga orði tala lívið inn í tað, sum er við at doyggja.

Vilt tú verða frískur? spurdi Jesus. Hetta er ikki altíð so nógv ein spurningur, ið skal verða svaraður við einari reystari rødd sum við einari eyðmjúkari bøn: Harri, ger tú meg frískan. Tí hin sjúki við Betesda hylin visti ikki, hvør Jssus var: men tað vita vit.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder