Politikkur

Amerikonsk flotavitjan í Føroyum

Mánadagin kemur eitt kjarnorkurikið far hjá amerikanska flotanum á vitjan í Føroyum.

2023-06-23 16:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Lagt verður at bryggju á Oyrareingjum mánadagin og vitjanin varir til hósdagin. Talan er um fyrsta kjarnorkurikna far, sum kemur í føroyska havn.

Møguleiki verður hjá fjølmiðlum at sleppa umborð undir vitjanini. Áhugað verða biðin um at boða frá luttøku við at senda teldupost til [email protected] í seinasta lagi sunnudagin 25. juni á midnátt.

Farið hevur treytað diplomatiskt loyvi frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum at koma í føroyskt sjóumveldi og í havn í Føroyum. Millum annað skal farið ikki hava sonevnd CBRN-vápn umborð, umframt at serligar treytir skulu lúkast í sambandi við, at talan er um eitt kjarnorkurikið far. Av somu orsøk eru ávís tilbúgvingaratlit tikin í sambandi við vitjanina.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur ráðført seg við løgtingsins uttanlandsnevnd um avgerðina at lata treytað diplomatiskt loyvi til flotavitjanina í næstu viku.

Í sambandi við vitjanina kemur amerikanski sendiharrin í Danmark, Alan Leventhal, eisini til Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder