Politikkur

Altjóða skjalasavnsvika 2025 #ASV2025 

Í hesi vikuni, 9.-13. juni 2025, verður skipað fyri altjóða skjalasavnsviku (stytt  #ASV2025). 

2025-06-11 18:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Skjalasøvn fyri øll! 

Hetta er 7. árið at tiltakið verður. Tað er altjóða ráðið fyri skjalasøvn ICA (International  Council on Archives), sum samskipar tiltakinum, við luttøku av skjalasøvnum úr øllum  heiminum. 

Heitið á tiltakinu

m í ár er ‘Archives are Accessible – Archives for Everyone’. Ljós verður  varpa á hvussu m.a. talgilding, vitlíki, samstarv við lokalar felagsskapir og ymisk  tilvitanarátøk, eru við til at gera tað lættari hjá fólki at gerast varug við skjøl og harvið  eisini at brúka tey. 

Í sambandi við altjóða skjalaasavnsvikuna, skipar Tjóðskjalasavnið í hesum døgum fyri  einum átaki á sosialu miðlunum. Yvirskriftin til átakið er ‘’Visti tú at...’’ og endamálið er  at varpa ljós á virksemi stovnsins og at upplýsa fólki hvussu tey kunnu gera brúk av  nøkrum av teimum tænastum, sum stovnurin hevur at bjóða. 

Til ber at fylgja átakinum á heimasíðuni skjalasavn.fo og á sosialu miðlunum hjá  Tjóðskjalasavninum, har tú hvønn dag hesa vikuna hevur møguleika fyri at læra

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder