2024-11-10 15:22
Eg havi eitt brennandi ynski um at styrkja og menna barnaøkið í Vága kommunu – enn meira enn hvat vit hava megna seinastu fýra árini. Vit hava longu sæð stór framstig, men kunnu gera enn meira – og eg vil halda áfram at arbeiða fyri, at hetta arbeiði fær tað raðfesting og uppmerksemi, sum tað veruliga hevur uppiborið.
Barnaøkið er hornasteinurin í okkara samfelag, og í løtuni er pressið á starvfólkunum ovurstórt, og tá er tað lætt at ábyrgdin fellur á einstakar hendur. Vit mugu tryggja, at arbeiði heldur fram við fullari styrki, so barnaøkið ikki fer at vikna, men heldur blómstrar.
Sitandi mentanar- og trivnaðarnevnd hevur brotið upp ermar og framt fleiri lættandi átøk, sum liggja sum eitt gott grundarlag, men enn er tørvur á, at bygt verður upp á hetta grundarlagið, so arbeiði kann halda fram og gerast enn sterkari. Tað má ikki henda, at hetta økið komandi fýra árini aftur verður niðurraðfest.
Sitandi býráð hevur økt játtanina til børn og ung heilt munandi seinastu fýra árini, og hevur verið viðspælari til allar verkætlanir, ið eru komnar frá starvsfólkunum á økinum.
Kósin er longu sett við nøkrum týðandi átøkum:
- Minni barnabólkar: við at skipa fyri smærri barnabólkum hevur dagstovnaøkið í Vága kommunu gjørt tað møguligt hjá børnum og starvsfólki at skapa tryggar og tættari relatiónir. Hetta styrkir um trivnaðin og ger tað møguligt av geva børnum eina enn betri menning.
- Meira fyrireikingartíð til starvsfólki: At geva okkara námsfrøðingum og hjálparfólkum tíð til fyrireiking, er ein íløga í dygd til okkara børn. Við meiri fyrireikingartíð kunnu tey betri skipa dagligdagin, samskifta við foreldur og skapa eitt mennandi og trygt umhvørvi fyri okkara børn.
- Námsfrøðiligir ábygdarar: Við at játta hvørjari stovu ein námsfrøðiligan ábyrgdara, eru stovurnar betri ílatnar til at útinna sína kjarnuuppgávu til fulnar, og at tænastutryggja tilboðið á hvørjari stovu.
- Serstova: er sett á stovn og er staðsett í Miðgarði við serstakari játtan.
- Útbygging, umvæling og flutt í størri hølir: Við eini tiltrongdari útbygging av Sòljugarði hava vit tryggjað, at øll hava betri pláss, og við at gera umvælingar á Miðgarð, lekur nú ikki inn. Smílikullan er flutt í størri hølir, og kann nú húsa øllum børnunum, ið ynskja at koma í frítíðarskúla eftir skúlatíð.
- Frítíðarskúlin fylgir nú dagstovnalógini, og hevur opið teir dagar, tá ið skúlin er í feriu (helmingin av summarferiuni, umframt alla heyst- og páskaferiu), soleiðis at børnini hava eitt trygt stað at fara.
- Merittnámsfrøðilig útbúgving: Við at stuðla okkara hjálparfólkum til at fara undir lesnað, stuðla vit um fakligheitina á stovnunum, og økja um nøgdina av námsfrøðingum í starvi.
- Verkætlanin "Saman um barnið": Vága kommuna er farin í samstarv við Sørvágs kommunu umframt Nám, Undisvísingarstýrið og Gigna, har vit í felag arbeiða fyri, at tað skal vera betur at vera barn í Vágum. Starvfólk fáa fakliga menning og arbeitt verður við at gera fastar mannagongdir, ið allir okkara stovnar skulu arbeiða við - alt hetta gagnar børnunum og foreldrunum.
- Dygdartoymi og dygdarhandbók: Ein av okkara størstu styrkjum hevur verið at seta eitt dygdartoymi, sum hevur havt til uppgávu at gera eina dygdarhandbók, ið er eitt sterkt amboð til at tænastutryggja okkara dagstovnar.
Vit byggja sannuliga á sterkar royndir og tryggja framtíðar dygd!
Mín visjón er, at Vága kommuna skal verða ein fyrimynd fyri barnaøkið við at vera aktiv í verkætlanini "Saman um barnið" og við eini dygdarhandbók, ið bæði eru grundað á trygd, trivnað og dygd.
Við eini greiðari politiskari ætlan og dagligari tænastutrygging, skulu foreldur kenna seg trygg í, at teirra børn fáa bestu røkt, umsorgan og námsfrøðiliga menning her í okkara kommunu.
Vit kunnu tí ikki slaka og mugu tí halda fram við at betra um barnaaøkið:
- Við at halda áfram við at vera í verkætlanini Saman um barnið og fremja hana í verki.
- Við at brúka dygdarhandbókina á okkara stovnum. Dygdarhandbókin skal tryggja, at vit halda eina høgd dygd og góðsku á stovnunum. Nú er tíðin komin til, at vit politikkarar taka hana í brúk sum grundarlag og leiðbeining fyri okkara stovnspolitikk, soleiðis at vit tryggja, at vit veita eina tænastu, sum børn, foreldur og starvsfólk kunnu vera stolt av.
- Við at gera tað attraktivt at starvast á dagstovnaøkinum.
- Við at námsfrøðingar og hjálparfólk kenna seg virðirmett og harvið ynskja at varðveita síni størv á dagstovnaøkinum.
- Við at styrkja fakligheitina og skapa eitt umhvørvi, har vit leggja stóran dent á dygd í námsfrøðini.
- Við at stuðla starvsfólkum, so tey fáa enn betri møguleikar til ar røkja sítt dygdararbeiði og kjarnuuppgávu.
- Við at útbyggja køkin í Miðgarði og Sóljugarði, so starvsfólkini hava nøktandi arbeiðsumstøður til at bjóða matarskipan, sum foreldur ynskja - í báðum stovnunum.
- Við at tryggja framhaldandi fígging til útbygging og viðlíkahald, so børnini hava pláss og starvsfólkini hava góðar arbeiðsumstøður.
- Við at varðveita serstovu til børn við serligum tørvi, og at nøktandi fígging fylgir við.
- Við at arbeiða fyri enn meira fyrireikingartíð og tíð til námsfrøðiligar ábyrgdarar, tí tað er ein íløga í framtíðar trivnað og dygd.
- Við at varðveita og menna merittnámsfrøðiligu útbúgving av hjálparfólki, so vit økja um námsfrøðingar á stovnunum.
- Við at seta ein fakligan leiðara á økinum, nú námsfrøðiliga ráðgevingin ikki er raðfest longur.
Stovnarnir í Vága kommunu skulu verða staðið, har foreldur kenna seg trygg í, at vit sum politikkarar standa aftanfyri dygd og trivnað. Eg kenni tað sum okkara ábyrgd at gera barnaøkið í Vága kommunu til eitt av teimum mest áhugaverdu arbeiðsplássunum innan stovnsnámsfrøði í landinum.
Eg trúgvi, at við tínari hjálp kunnu vit lyfta barnaøkið í Vága kommunu til nýggjar hæddir, so øll børn í kommununi fáa bestu fortreytir at trívast, og øll okkara starvsfólk hava møguleika fyri persónligari og fakligari menning.
Við einum krossi frá tær til valið, skal eg gera mítt besta fyri, at tú framhaldandi fert at síggja ítøkilig úrslit. Latið okkum lyfta í felag – fyri okkara børn, okkara starvsfólk, okkara stovnar og okkara kommunu.
X við Áslu Leilu
X við Borgaralistan 12. novembur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald