Vága Floghavn byrjaði við at vera ein hernaðarfloghavn, sum varð bygd undir seinna heimsbardaga. Tí var tað ikki fyrr enn 17. juli 1963, at fyrsta flogfarið – undir vanligari flogferðslu – lendi í Vágum.
Í dag, 61 ár seinni, er flogvøllurin í Vágum framvegis karmur um flogferðsluna í Føroyum, og er hann tann størsta hurðin til útheimin, sum føroyingar hava. Nógvar broytingar eru hendar – og fleiri eru ávegis. Eitt nú, tá fyrsta farmaflogfarið í Føroyum lendi í vágunum fyri fáum vikum síðani. Eitt nýbrot í føroyskari flogsøgu.
Men hvussu skal framtíðin hjá Vága Floghavn síggja út? Skal virksemið víðkast enn meira, og skulu fleiri útbyggingar gerast? Hetta evnið setur Fólkaflokkurin sjóneykuna á mánakvøldið 15. Apríl í Marghøllini í Sørvágs Skúla. Tiltakið byrjar kl. 19:00. Kaffi og kaka verður at fáa, og øll eru so hjartaliga vælkomin.
Skráin:
19:00: Vælkomin
Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, bjóðar vælkomið.
19:10: Útbyggingar í Vága Floghavn
Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, leggur fram um ferðslu, útlit, framtíðarætlanir og útbyggingar.
19:30: Framløga: Farmaflúgving til og úr Føroyum
Birgir Nielsen, stjóri í Farcargo, leggur fram um, hvussu tað er at vera fyrsta farmaflogfelagið í Føroyum, og hvussu hevur gingist.
19:50: Tónleikur: Jórunn Gudmundsen
Dugnaliga sangarinnan úr Sandavági, Jórunn Gudmundsen, spælir nøkur løg
Steðgur
20:15: Framløga: Framtíðarætlanir í Atlantic Airways
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, greiðir frá virkseminum og framtíðarætlanunum í felagnum.
20:25: Framløga: Simulator AW139 og A320 verkætlanin
Hans Erik Jakobsen, Head of Training í Atlantic Airways Aviation Academy, leggur fram um AW139 og A320 verkætlanina.
20:35: Orðið er frítt
Øll hava møguleika at koma til orðanna. Viðmerkja ella spyra um eitt og hvørt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald