Politikkur

Almennur fundur um mótrokningina í fólkapensjónini

“Vekk við mótrokningini” er heiti á almennum fundi, sum Samhald (veljarafelag Sambandsfloksins í Eysturoy) skipar fyri mikukvøldið 14. mai klokkan 19:30. Fundurin verður í Løkshøll í Runavík.

2025-05-14 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost og Jens Jensen, fyrrverandi sýslumaður, fara at luttaka á fundinum.

Spurningurin um, hvussu mótroknast skal í pensjónunum, tá pensjónistar arbeiða, hevur verið nógv frammi tey seinnu árini, og uppskot um at strika mótrokningina hevur verið lagt fyri Løgtingið fleiri ferðir, men framvegis missa pensjónistar av fólkapensjónini, um teir arbeiða.   - Er hetta rímiligt, er tað neyðugt, og hvørjar verða avleiðingarnar, um hetta verður broytt? Tað verður viðgjørt á fundinum.

Umleið 9.000 fólk í Føroyum eru 67 ár ella eldri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder