Politikkur

Almennur fundur 6. apríl

Mikudagin 6. apríl skipar Miðflokkurin fyri almennum politiskum fundi.

2022-04-03 14:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Parnassið á Hotel Hafnia í Tórshavn verður karmur um politiskan fund, sum Miðflokkurin skipar fyri mikudagin 6. apríl kl 19.00.

Jenis av Rana, Landsstýrismaður og Løgtingsmennirnir hjá Miðflokkinum Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen, koma á fundinum at viðgera aktuellu politisku støðuna.  

Innan 18 mánaðar verða bæði fólkatings- og løgtingsval, og tí verða hesi bæði valini eisini viðgjørd.

Undirsjóvartunnil til Suðuroyar er nógv umrøddur í hesum døgum, og tí sambandi hava Mourits Joensen og aðrir gjørt eitt alternativt uppskot um hetta mál. Teirra uppskot verður lagt fram á fundinum. 

Sum vant verður byrjað við sangi og Svenning av Lofti, kemur at hava eitt stutt orð.

Borðreitt verður við kaffi og onkrum leskiligum at smyrja góman við.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder