Politikkur

Almennu útreiðslurnar hægri í 2022 enn undanfarin ár

Almennu útreiðslurnar vóru 12 milliardir krónur í 2022. Í útgreiningini av útreiðslunum sæst millum annað, at slakar tvær milliardir krónur vóru nýttar innan 'aldurdóm' og 1,4 milliardir vóru nýttar innan 'flutning'.

2023-10-06 14:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan:

Eftir eitt ár við minking í almennu útreiðslunum, øktust útreiðslurnar í 2022 við 2,7 prosentum sammett við 2021. Almennu útreiðslurnar vóru góðar 12 milliardir krónur í 2022, sum er 300 milliónir krónur hægri enn í 2021.

Almennu útreiðslurnar verða býttar á tíggju yvirskipað virkisøki. Flestu útreiðslurnar eru til 'almannavernd' sum millum annað fevnir um útreiðslur í samband við aldurdóm, familju og børn, sjúku og avlamni og arbeiðsloysi. Útreiðslurnar til 'almannavernd' vóru góðar 4,3 milliardir krónur í 2022. Næstflestar eru útreiðslurnar innan virkisøkið 'búskaparviðurskifti', har undirbólkurin 'Flutningur' telur sløk 70 prosent. Útreiðslurnar til 'búskaparviðurskifti' vóru góðar tvær milliardir krónur í 2022 harav 1,4 milliardir krónur vóru til 'flutning'.

Tvey virkisøki eru, sum ikki hava fingið lut í øktu útreiðslunum. Útreiðslurnar til 'Heilsu' og til 'Lóg og trygd' eru minkaðar við ávikavist 106 og 29 milliónum krónum samanborið 2021.

Raðfesta undirstøðukervi í góðum tíðum

Í Føroyum verður lutfalsliga stórur partur av almennu útreiðslunum brúktur til 'flutning' samanborið við grannalondini. Útreiðslurnar til 'flutning' hava talt millum 6 og 14 prosent av samlaðu almennu útreiðslunum í tíðarskeiðinum 1998 til 2022, og tað eru serliga útreiðslur til vegir, tunlar, havnir og skip, sum gera sveiggini. Seinast í hálvfemsunum og í árunum eftir fíggjarkreppuna hevði 'flutningur' lægri raðfesting.



Undirsjóvartunlar ella berghol

Tá útreiðslurnar til undirsjóvartunlar minka, vaksa útreiðslurnar til vegir og berghol. Líkt er til, at størri útreiðslur til vegir og berghol hava ligið á láni í teimum tíðarskeiðum, útreiðslurnar til undirsjóvartunlar hava verið størst. Útreiðslurnar til vegir, berghol, havnir og skip vaksa slakar 250 milliónir krónur í 2022 samanborið við 2021.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder